Atlantic Airways hevur í dag fingið endaliga loyvið frá loftferðslumynduleikunum at brúka framkomnu RNP AR tøkni til inn- og útflugvingar í Vágum. Hetta er nýggj og framkomin tøkni, sum ICAO, altjóða felagsskapurin fyri flogferðslu undir ST, mælir til at brúka í umstøðum við høgum fjallalendi og avbjóðandi veðurviðurskiftum.
Atlantic Airways fór undir at fyrireika RNP AR-mannagongdir fyri flúgvingina upp á Vágar, samstundis sum avtalan við Airbus var undirskrivað, tí felagið metti hetta vera bestu navigatiónstøknina, sum kundi økja um trygdina og regularitetin.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways sigur:
Vit eru errin av hesum loyvinum. RNP AR-navigatiónstøkni er væl kend og brúkt aðrastaðni í heminum, men hetta er fyrsta loyvið, ið verður givið í Evropa. Vit eru sannførd um, at hetta fer at menna okkara virksemi viðvíkjandi trygd og reglusemi. Tað er eisini væl hugsandi, at aðrir flogvallir og onnur flogfeløg fara at taka táttin upp aðrastaðni í Evropa. Hugsanin hjá ICAO er, at RNP AR í framtíðini skal avloysa ta tøkni, sum í dag verður nýtt á flest øllum fløgvøllum til inn- og útflúgvingar.
Nýggja Airbus-flogfarið fer sín fyrsta túr á farleiðini til Keypmannahavnar í morginári kl. 08.15 og lendir aftur í Vágum kl. 13.45 við fullsettum flogfari. Í byrjanini fara flogskiparar frá Airbus at flúgva saman við flogskiparunum hjá Atlantic Airways. Tríggir av teimum mest royndu føroysku skiparunum hava longu vant seg við Airbus-flogfarið, tá teir flugu fyri Air New Zealand í vetur.