Talv
Lagt var upp til sannan revansjudyst hjá mannaættini. Í 1997 tapti Garry Kasparov móti Deep Blue í vælkendum dysti, og tá varð hildið at tíðin hjá talvforritum var komin fyri at verða. Men eftir dystin í Bahrain er torført at meta um hvør er sterkari; menniskjan ella talvforrit (talvteldur).
Øgiligur spenningur kring heimin tók seg upp tá dystur millum Deep Fritz og heimsmeistaran Vladmir Kramnik varð kunngjørdur í fjør. Vegna yvirgangsatsókina 11. september, bleiv dysturin fluttur. Fyrst til várið 2002, og síðani nú til oktober 2002.
Eina millión dollarar hevði Kramnik møguleika at ogna sær vann hann dystin; 800.000
dollarar um javnt bleiv, og heili 500.000 doll. sjálvt um hann tapti dystin. Jú, pengar eru í talvelituni.
Kramnik átti fyrru helvt
Djúp Fritz hevði hvíta fólkið í fyrsta talvinum, sum endaði javnt uttan veruligt stríð. Síðani tók stóri russarin dyk á seg og vann annað og triða talvið. Fritz leikti merkiliga óneyvt í hesum báðum talvunum, men tað kravdi tó ein meistara fyri at útnytta tað, og júst tað megnaði Big Vlad, sum Kramnik eisini verður nevndur. Fjórða talvið endaði javnt, tá Fritz við svarta fólkinum leikti aktivt.
"In 1989 it was about fun; In 1996 it was about Science; Now it's different: I think that they want to win." (man vs. machine qoute)
Tøknin svarar aftur
Dysturin var nú komin í helvt, og Kramnik hevði eina trygga 3-1 leiðslu. Í roynd og veru metti serkønir innan dystin, at Deep Fritz ongan møguleika hevði móti Kramnik. Talvfjepparar kring heimin vóru tó skelkaðir av at síggja hvussu leikandi lætt russarin hevði fingið sær hesa tryggu leiðslu innan seinastu fýra talvini. Sjálvsagt vóru øll samd um at Kramnik hevði telvað væl, men at Fritz ongantíð fekk nakran fyrimun eftir byrjanarspælið, var ein gáta fyri flest øll.
Fritz reistist tó í fimta talvinum, sum eisini var besta talvið hjá forritinum í dystinum. Spakuliga bleiv Kramnik trýstur, sum loksins endaði við at hann sensationelt misti yvirblikkið og riddari reyk í einfaldari kombinatión.
Sætta talvið var sera undirhaldandi, ikki minst takkað verið fyri einum heldur ivasamum riddaraoffri hjá Kramnik. Offrið sá vandamikið út, men forrit hava av góðum orsøkum nervar av stál ? ella rættari sagt ongar nervar - og óttaðist als ikki trøll á alljósum degi og fór við gleði eina langa kaitúr við kongi sínum, sum seinni gav úrslit.
Kramnik átti ikki at givið skarvin yvir so tíðliga sum hann gjørdi. Eitt nú úttalaði Kasparov seg eftir talvið, har hann vísti á ein remismøguleika, sum tó varð ómetaliga ringur at fáa eyga á við sjálvt talvborðið. Ótrúligt. 3-3 innan tvey tey seinastu talvini.
Hesi seinastu tvey talv skuffaðu. Tey mongu sum fylgdu við á alnetið væntaði helst meira, men Kramnik valdi tryggar loysnir sum góvu tveir javnleikir. Hann var týðiliga merkur av at hava tapt tvey talv á rað. Nær hevur tað nevnliga hent seinast?
Eitt afturstig hjá talvforritum, sum hinvegin prógvar at tapið hjá Kasparov í 1997 var av tilvild.
Vladimir Kramnik=11=00==4
Deep Fritz=00=11==4
Kasparov ? Deep Junior
Garry Kasparov fær møguleikan í desember at vísa heiminum at menniskjan enn hevur munin á fremstu talvforritum. Ísraelska talvforritið Deep Junior er ?mótstøðumaðurin?. Hetta forrit leikti eitt nú 12-12 móti Deep Fritz fyri góðum árið síðani, og er tí lítið ella einki aftanfyri Deep Fritz, sum Kramnik jú ikki megnaði at basa. Spennandi verður at fylgja gongdini.










