Tøknibrek orsøk til tokvanlukku í Frankaríki

Tokvanlukkan sunnanfyri París, sum kravdi seks mannalív í gjár, hendi orsakað av einum tekniskum breki, sigur jarnbreytafelag.

SNCF segði, at jarnbreytasporini vóru ikki ordiliga bundin saman tætt við Bretigny-sur-Orge, har sum vanlukkan hendi. Seks fólk doyðu. Tredivu fólk eru særd av vanlukkuni, átta av teimum álvarsliga.

Tokið var júst farið úr París fríggjadag og var á veg til Limoges, tá tað fór av sporunum á støðini í Bretigny-sur-Orge.

Fyrrverandi franski samferðsluráðharrin Frederic Cuvillier segði, at talan var ikki um eitt menniskjansligt mistak, men um eitt tøknibrek, og rósti tokføraranum fyri at hava forðað fyri, at vanlukkan gjørdist enn verri.

Nógv hava viðmerkt, at tað var heppið, at vanlukkan ikki gjørdist nógv álvarsligari, tá hugsað verður um, at eitt fullsett tok fór av sporunum beint á støðini, har sum fult av fólki stóð á jarnbreytapallunum og bíðaðu, nú tað var vikuskifti, beint sum summarfrtítíðin byrjar hjá nógvum, og beint undan Bastiljudegnum, fronsku tjóðarhátíðini.