Janus Petersen, Føroya Banki
Fríggjadagin 27. november 2006 var eg umboðandi Føroya Banka gestur í frískligu sendingini 62 Norður í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
62 Norður royndí í 20 minuttir at vísa, at meðan bankin hevur hildið stórfingið 100-árahald, er rentumunurin fyri sethúsalán samanborið við tjóðbankarentuna hækkaður, og at rentumarginalurin hjá bankanum er hægri enn hjá samsvarandi donskum bankum.
Endamálið var helst at vísa, at meðan bankin heldur veitslu, bløða kundarnir. Eg vísti hinvegin á, at hóast rentumunurin er kvinkaður eitt vet uppeftir í ár, so er hann nógv lægri nú í mun til fyri einum ári síðani. Nógv bendir enntá á, at rentumunurin er komin niður á eitt støði, sum kann hava neiliga ávirkan á menningina av fíggjargeiranum.
62 Norður ákallaði sær hægstu hag- og búskaparfrøðina í Føroyum til vitni fyri síni uppáhald og vísti til eina kanning frá Landsbankanum. Men nú kanningin er almannakunngjørd, staðfestir hon tað øvugta av tí, sum útvarpsmaðurin helt uppá í 62 Norður:
Munurin millum lægstu rentu á sethúsalánum og rentuna hjá Tjóðbankanum er minkaður munandi – frá 2,25% í eitt áramál fram til desember 2005 til 1,5% í november 2006
Rentumarginalurin hjá føroysku peningastovnunum er lækkaður munandi seinasta árið – úr 4,5% í 2005 niður í 3,8% fyrra hálvár 2006
Rentumarginalurin minkar ikki einans av lágari sethúsarentu, men eisini tí kappingin millum peningastovnarnar hevur virkað á øðrum økjum
Eftir hesa frágreiðing er tað hugaliga hent, at útvarpið hevur skift meining og avnoktar í tíðindunum 1. november 2006 niðurstøðurnar hjá 62 Norður. Sagt verður í tíðindunum:
"Kappingin millum peningastovnar hevur ávirkað renturnar, skrivar Landsbankin á heimasíðu síni. Eisini er rentumarginalurin lækkaður seinasta árið, staðfestir Landsbankin. Tá peningastovnarnir fyri skjótt einum ári síðan bjóðaðu kundum sínum nýggj og lagaligari sethúsalán til væl lægri rentu enn frammanundan, minkaði munurin millum lægstu rentu á sethúsalánum og rentuna hjá Tjóðbankanum."
Útvarpið skal hava tøkk fyri, at tað nú ber lurtarunum røttu upplýsingarnar í hesum máli.