Tøkk til tónleikarar

Runi Djurhuus
-----

Góðu tónleikarar.
Eg vil hervið gjarna takka tykkum, sum spældu í REX fríggjakvøldið 14. desember.
Hettar er annað árið, at vit skipa fyri einari stuðulskonert fyri Í menniskjum góður tokki.
Enn eina ferð riggaði tað avbera væl, sjálvt um tað vóru fleiri forfall, ótrúligt at hugsa sær, at eitt og sama tiltak kann verða rakt av so nógvum. Petur Háberg legðist sjúkur, Lív Næs legðist sjúk, Eyðun Nolsøe gjørdist seinkaður við Smyrli, og bæði Bárður á Lakjuni og MC-Hár høvdu gittarleikarar, ið løgdust sjúkir.
Tónleikarar eru soleiðis, at teir hjálpa hvørjum ørðum og eru øgiliga fleksiblir. Soleðis var eisini fríggjakvøldið, tá avlýsingarnar komu, traðkaðu onnur til, og spældu longri enn tey skuldu og Jákup Eli var enntá tvær ferðir á pallinum. Alt hetta tryggjaði, at gestirnir fingu eina góða uppliving.
í ár gav tiltakið kr. 41.800 krónur í gávukortum frá Klávus og vil eg eisini takka Klávus fyri hjálpina.
Vónandi koma gávukortini væl við, hjá hart sperdu familjunum.
Ein serlig tøkk til Niels Una Dam og REX fyri stóra hjálp í sambandi við fyrireikingina.