Ingolf Heinesen
Dan Petersen hevur síðstu tíðina, bæði í útvarpi, sjónvarpi og bløðunum, viðgjørt formannin í F.F. Óla Jacobsen á ein sera ófólkaligan og niðrandi hátt. Niðurlagið hjá Dan er, hvussu vánaligur Óli er, hvussu lítið hann hevur gjørt, hvussu vánaligt tað er, sum hann hóast alt hevur gjørt, hvussu ódemokratiskur hann er o.s.v. Og sjálvsagt er tað Dan’sa rættur at halda tað, men hann kundi í minsta lagi sagt tað á ein menniskjaligan og virðiligan hátt.
Dan skrivaði í einum lesarabrævi, at tað eru ikki mynduleikarnir, men reiðarirnir, ið skulu vera teirra fíggindar – annars ein undarligur hugburður móti teimum monnum, ið leggja rygg til.
Í einum lesarabrævi úttalaði Dan seg um, hvussu illa sjómenn vera viðfarnir av mynduleikunum. Fyrst vóru mynduleikarnir ongin trupulleiki, og í næstu atløgu vóru teir ein trupulleiki, so sigast kann, at tingini hjá Dan hanga ikki saman.
Aftaná at Dan bara hevur skrivað sera negativt um Óla, sum formann í F.F., fari eg at venda eygunum hinvegin, og hyggja eftir tí positiva, ið Óli hevur gjørt fyri fiskimenninar.
Óli er ein sera dugnaligur maður (hann er høgt virdur av fólki, bæði høgum og lágum). Óli skal hava rós fyri, at hann hevur dugað sera væl at tosa partarnar til rættis, so sloppið hevur verið undan óneyðugum verkføllum, sum bara kosta fiskimonnum og samfelagnum pengar. Nevnast kann, at F.F. bara hevur havt eitt verkfall í 36 ár, sum vardi í 5 dagar. Hetta má vera eindømi í Føroya søgu.
Óli hevur verið formaður í F.F. í 36 ár. Sigast kann, at hann hevur lagt lív og sál í hetta arbeið, og at hann hevur bøtt munandi um korini hjá fiskimonnum. Sum dømi kunnu nevnast: skattalættin til fiskimenn - hóast harðan ágang hevur hann vart hesa skipan, sum gevur fiskimonnum uml. 60 milliónir árliga; hækka inntøkutrygdina munandi; fingið betri trygging; sáttmálar, sum í minsta lagi eru á hædd við teirra í okkara grannalondum, og nógv annað, sum verður nevnt í ársfrágreiðingum felagsins.
Við hesum orðum vil eg vísa Óla mína hjartans tøkk og ynskja Óla eitt gott val.