Torleif Johannesen
sjómanstrúboðari
Hóast hvørki klaksvíkingar ella føroyingar hava uppfunnið Sjómannadagin, tí hann t.d. hevur verið hildin í Íslandi í mong ár, so skulu tit, ið skipaðu fyri Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, hava eina hjartans tøkk fyri dagin.
Tøkk fyri tykkara hugflog, árræði, samarbeiði, ósjálvsøkni og samanhald.
Tøkk skal eisini ljóða til tykkum, ið á ymiskan hátt virkaðu við, tykkum sum endaðu upp á vinnarpallin, og tykkum ið ikki komu upp á hann.
Øll vóru tit við til at geva okkum ein hugnaligan og spennandi dag.
Í mínum hugaheimi var hatta dagurin har sjófólkið og egnarar vóru í brennideplinum.
Hatta var dagurin har tit, berandi súlurnar í føroyska samfelagnum, men sum samstundis hava teir "rundastu álbogarnar og tær lágmæltastu røddirnar" - gjørdust sjónlig og hoyrdust á ein góðan, hugnaligan og stuttligan hátt. Frálíkt!
At klaksvíkingar eru undangongufólk á mongum økjum, gjørdist enn einaferð sjónligt. Her hugsið eg ikki bara um sjálvan Sjómannadagin, og alt arbeiðið ið var knýtt at honum, men eisini um nýggja bjargingarbáturin, Ziska, hjá Noroyða bjargingarfelag, sum kom flaggskrýddur inn eftir vágni.
At so klaksvíkin fekk ein heimsmeistara í egning, ein í trolbøting, átta í togtugan og ein viðingur gjørdist heimsmeistari í sjómanstakið, setti samstundis Norðoyggjarnar á heimskortið.
At veðrið var til vildar, hevði eisini sína góðu ávirkan.
Tað takka vit Gudi fyri, og ikki "veðurgudunum"
Hóast fyrireikarnir meta, at umleið 1500 til 2000 fólk støðugt vóru á Stongunum gjøgnum dagin og tað dupulta var samanlagt, so hevði sjómannadagurin lítlan ella ongan áhuga hjá almennu føroysku fjølmiðlunum, sum tí heldur ikki beinleiðis vóru á staðnum. Tað var bæði spell og løgið, serliga tá hugsað verður um, at teir, millum annað, hava sent frá tónleika-festivalum um landið í summar.
Góðu klaksvíkingar og norðoyingar sum heild. Tøkk fyri tykkara hugflog, dirvið, áræði... og samanhald. Føroyar og føroyingar høvdu verið fátækari uttan tykkum.
Vónandi missa tit ikki hesar góðu dygdir og "sereyðkennir" nú tit skjótt fáa fast samband við "umheim-in".
Vit eru mong ið vóna, at hatta ikki var "fyrsti og síðsti" Sjómannadagur.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.