Tað er týsdagur 4. mai og eini 400 fólk eru komin til nakað so sjáldsamt sum ein botndyst í Runavík, millum NSÍ og AB.
Fótbóltsveðrið er av tí allarbesta, men tað hugsa fólk neyvan so nógv. Tí her stendur nógv uppá spæl á vøllinum við Løkin.
NSÍ hevur ongan sigur vunnið higartil í kappingini, nú fýra umfør eru spæld. Bert eitt einstakt stig er komið í hús, og kreppa tykist vera í felagnum, tí úrslitini ikki hava verið sum væntað og vónað.
Liðið er umskipað nakað til dystin, soleiðis at Klæmint Olsen nú er fremsti maður í álopinum, saman við liðfelaga sínum Christiani Høgna Jacobsen.
Allir 11 á vøllinum tykjast tendraðir og vilja vinna dystin. Tá farið varð til hálvleiks, var lítið sum bendi á, at NSÍ skuldi vinna henda dystin. Men tá leikararnir komu út til seinna hálvleik, var talan um eitt annað lið, sum beinanvegin legði til brots við vandamiklum álopsspæli.
Tað skuldu bert ganga 10 minuttir aftrat til hol kom á: NSÍ hevur fríspark úr 25 metrar frástøðu. Skotið rakar AB-verjuna, bólturin støkkur út til Christian Høgna sum langar til, og inni í 5-metrinum skal Klæmint bert seta fótin á og snitta bóltin í málið til 1-0.
Frøin var sjálvandi stór á honum, hinum leikarunum og viðhaldsfólkum teirra. Men málið hevði eisini ein annan og kanska nógv størri týdning fyri NSÍ-liðið, tí nú kom verulig gongd á flótandi álopsspælið - ikki bert í hesum dystinum, men síðani. Teir vunnu henda dystin 3-0 og hava vunnið allar dystirnar síðani.
- Jú, hetta var ein minniligur dystur og eisini eitt minniligt mál sum eg fekk, sigur Klæmint Olsen við einum brosi.
- Eg eri glaður fyri, at eg eri komin so langt sum eg eri á fótbólsleiðini. Men eg havi so sanniliga eisini kempað fyri tí.
Venjing og venjing
17. juli 1990 varð Klæmint Andrasson Olsen borin í heim. Foreldrini vóru, sum vera man, errin av og fegin um sítt nýfødda barn.
Tað var kortini eitt, ið harmaði tey bæði eitt sindur: Tey høvdu nevniliga fingið at vita, at sonur teirra, hetta fyrstafødda barn teirra, hevði eitt likamligt brek. Hann hevði nevniliga klumpfót í vinstra beini.
Her var talan um eitt brek sum kanska ikki var av teimum stóru, men sum kortini kundi koma at merkja lív hansara sum ungur, og ikki minst sum vaksin.
Hóast foreldrini uttan iva hava fingið eitt minni sjokk av boðunum frá læknunum, so fingu tey kortini at vita, at hjálp var at heinta fyri lítla Klæmint.
Stutt eftir føðingina varð hann lagdur undir skurð, og foreldrini fingu boð um at venja og mýkja fótin hvønn einasta dag - morgun og kvøld í einar 45 til 60 minuttir hvørja ferð í eitt heilt ár.
Hetta varð gjørt so trúliga, eins og hann var til kanningar í Danmark við jøvnum millumbilum.
Umframt hetta skuldi hann eisini sova við einum skinnara, soleiðis at fóturin so líðandi kom uppá pláss. Og soleiðis, at fylgjurnar av brekinum gjørdust so avmarkaðar sum til bar.
- Ja, eg má bara siga, at mamma var sera íðin í viðgerini av fótinum. Og hon gjørdi hetta frá fyrsta degi av og líka til eg bleiv fimm ár, sigur Klæmint takksamur.
Tung boð
Klæmint var sjálvandi alla tíðina undir eftirliti av læknum.
Men tað var synd at siga, at teir góvu foreldrunum og honum góðar vónir fyri framtíðina - ella til eitt av tí, sum dreingjum dáma allarbest, nevniliga at sparka bólt.
- Teir søgdu beinleiðis við mammu og babba, at eg fór at fáa eitt heilt vanligt lív sum allir aðrir smádreingir. Men so løgdu teir aftrat, at brekið var so mikið álvarsamt, at eg ongatíð kom at spæla fótbólt, greiðir Klæmint álvarsamur frá.
Sjálvur minnist Klæmint ikki nógv frá allarfyrstu barnaárum sínum. Hann veit tó, at hann hevði sínar vinmenn og at teir spældu øll hugsandi dreingjaspøl í heimbygdini - og teir sparkaðu mín sann eisini fótbólt!
- Ja, eg rann og sparkaði, og gjørdi akkurát tað sama sum allir hinir. Har var eingin munur á.
So líðandi kom eisini hugurin til at víðka sjónarringin eitt sindur innan fótbóltsheimin. Næsta stigið í so máta var fótbóltsfelagið NSÍ í Runavík.
Avgerandi málið
Tá Klæmint fór í 1. flokk í barnaskúlanum í heimbygdini, byrjaði hann eisini at venja í yngsta liðnum hjá NSÍ.
Her fekk hann beinanvegin eyguni upp fyri, hvussu stuttligt og gott tað var at spæla fótbólt á einum liði. Og her hevur hann verið líka síðani, nú hann verður 20 ár í komandi mánaði.
- Mær dámdi heilt ómetaliga væl at sparka, og eg legði líka í, hvat læknarnir høvdu sagt um framtíð mína sum fótbóltsleikari, sigur hann. ¬- Eg havi faktist ongatíð hugsað nakað serligt um júst tað.
Tað er bert í fáum førum, at brekið forðar honum í at kunna gera alt á einum vølli. Hann fær m.a. illa skotið tey vanligu ristspørkini við vinstra fóti.
- Tað er faktist tað einasta, men tað leggi eg heldur einki í, sigur Klæmint, sum kortini hevur skorað fleiri týðandi mál fyri NSÍ í hesum kappingarárinum við høgra fóti.
Millum hesi man teljast málið, hann gjørdi í minniliga dystinum ímóti AB í Runavík hin 4. mai.
Nýggj mál
Tað var ikki fyrrenn í 2007 at Klæmint av álvara kom við á besta liðið hjá NSÍ.
So líðandi hevur hann bitið seg fastan sum áleypari og sum málskjútti. Hann hevur higartil skotið fimm av teimum 25 málunum sum felagið hevur fingið í ár. Christian Høgni hevur skotið trý fleiri enn hann.
- Jú, tað betýðir sjálvandi nógv, at eg nú byrji inni til hvønn dyst. Tað gevur mær líkasum mót til at hanga í, og tað ger tað sjálvandi eisini stuttligari at spæla fótbólt, slær hann fast.
Hetta hevur venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen uttan iva sæð, og hevur tí givið Klæminti nógva spælitíð higartil í kappingarárinum 2010.
Hugurin at spæla fótbólt er so stórur, at hann hugsar eitt sindur um, hvat skal henda víðari á fótbóltsleið hansara.
- Eg læri í løtuni til timburmann, so tað skal eg hava liðugt fyrst. Eg verði liðugur um eitt ár, og so fáa vit at síggja, hvat fer at henda, slær hann fast.
U21 manglar
Tá tann sjey ára gamli Klæmint byrjaði at venja við NSÍ, grunaði hann neyvan, at hann skuldi røkka so langt í fótbólti, sum hann longu hevur gjørt.
Umframt tað at hann er vorðin fastur maður í NSÍ-álopinum, hevur hann eisini verið á bæði U15, U17 og í U19-landsliðunum.
- Eg bíði bara eftir boðum frá venjaranum hjá U21-landsliðnum, sigur Klæmint við einum brosi.
Nr. 2
Tað gekk einki serligt hjá NSÍ at byrja við í Vodafone-deildini. Men við eitt kom gongd á verju og álop, og í dag liggja teir nr. 2 í deildini, bert tvey stig aftanfyri HB.
Leygardagin vunnu teir 2-1 ímóti FC Suðuroy. Her átti Klæmint eisini sín lut í sigrinum. Sambært heimasíðuni hjá NSÍ kom mál hansara soleiðis:
“Í 16. minutti leggur NSÍ seg á odda við máli frá Klæminti. Jústinus, sum var rættuliga væl upplagdur í dag, vinnur bóltin frá Obi Charles nakað frammanfyri miðjuna úti í høgru síðu, setir ferð á og leggur innfyri til Klæmint, sum smekkar til, málmaðurin hálvbjargar, men Klæmint er skjótur á returinum og skjýtur bóltin uppundir nettakið, og so er støðan 1-0 til NSÍ. Eitt sera gott mál av Klæminti, sum eisini spældi sera væl í dag”.
Dystarskráin er hørð teir komandi dagarnar. Í kvøld skulu teir spæla ímóti Víkingi í Gøtu, og leygardagin verður spennandi oddabrak og stevnudystur við Løkin, tá oddaliðið HB kemur á vitjan.
- Eg eri komin langt í fótbólti, men eg havi so sanniliga eisini kempað fyri tí, sigur Klæmint Andrasson Olsen, sum aftur fekk mál leygardagin ímóti FC Suðuroy
Mynd: Álvur Haraldsen