Nógvir týskarar koma væntandi til Føroya, tá landsdysturin millum Føroyar og Týskland skal spælast á Tórsvølli tann 11. juni. Í høvuðsstaðnum er so at siga onki pláss eftir á hotellum at gista í, og tí verður eisini leitað útum høvuðsstaðarøkið eftir tøkum seingjarplássum.
Av Kunningarstovuni í Runavík, sum umboðar alla Eysturoynna, verður sagt, at eisini har er áhugin fyri at leiga sær eitthvørt at búgva í um hetta mundið sera stórur.
? Vit hava 12 summarhús, sum vit leiga út. Bara fýra av teimum eru tikin enn, men fyrispurningar hava verið um fleiri av hinum, verður sagt av Kunningarstovuni.
Ból og biti ella Bed & Breakfast, sum tað eitur á enskum eru tað bara fýra av í allari Eysturoynni, og tað er alt ov lítið.
? Vit vilja fegin koma í samband við fólk, so vit kunnu leiga út fyri tey, og hesin dysturin millum Føroyar og Týskland verður jú so eisini brúktur sum høvi fyri at koma í samaband við áhugað.
Sum sagt, so er stórur tørvur á Ból og Biti í Eysturoynni. Tað, sum krevst er, at ein tøk song er at bjóða fram, og at leigarin gevur gestunum morgunmat.
? Fleiri vilja fegin bjóða eitt ból, men tað eru ikki øll, sum tíma at gera ein bita eisini. Fýra støð er alt ov lítið í Eysturoynni. Vit kunnu tó ikki veita trygd fyri, at tað verður leigað út, men vit royna at eggja fólki til tess, sigur Kunningarstovan.
Tá talan er um Ból og Biti, so er tað tann einstaki leigarin, sum sjálvur ræður yvir nær leigað verður út. Hann hevur virksemið fyri seg sjálvan, og kann Kunningarstovan eisini bjóða hetta út. Um onkur so skuldi verið áhugaður í at leigað, verður ringt til leigaran, og um songin er tøk, so kann hann siga ja, og um hon ikki er tøk, so ber sjálvsagt eisini til at siga nei.
- ? At fólk fáa sær Ból og Biti vil ikki siga, at vit skulu ráða yvir húsunum hjá teimum. Tað ber framvegis til hjá teimum at leggja tær ætlanir sum tey vilja.
Í Eysturoynni eru 12 summarhús, seks íbúðir og fýra Ból og Biti støð, sum Kunningarstovan umsitur.