Jógvan Isaksen ummælir:
Jørgen-Frantz Jacobsen: »Vit skulu sjálvir«. Greinir úr Tingakrossi 1925-1936. Turið Sigurðardóttir legði til rættis. Fannir 100 bls.
Í 1929 ger Jørgen-Frantz Jacobsen í brævi til William Heinesen hesa niðurstøðu: ?Bókmentir eru minni enn so nøkur heiðurstráan hjá mær, sum skal vera søgufrøðingur og politikari (um umstøðurnar loyva tað).? Men tað loyvdu umstøðurnar ikki, og hóast hann eisini tey seinnu árini skrivaði greinir ? og ikki at gloyma ?Færøerne. Natur og folk? ? so forðaðu tuberklarnir honum í at ferðast so nógv, sum honum lysti. William Heinesen vildi annars vera við, at hevði tað borið Jørgen-Frantzi til, so hevði hann ferðast um allar heimspartar og øll høv. Í staðin hevði hann undir drúgvum sjúkralegum eitt føroyakort hangandi fyri sær á vegginum, ?Den Færøske Lods? í hondini, og í huganum sigldi hann síðani millum oyggjarnar, ansaði sær sjóvarfalli og streymi og legði seg ikki at sova, fyrr enn akkerið varð kastað á tryggum stað.
Í dag er Jørgen-Frantz Jacobsen gitin fyri skaldsøguna ?Barbaru?, sum tey seinnu árini gjørdist ein aðaltáttur í hansara skriving, men millum føroyingar úti og heima var hann stríðsmaðurin burturav fyri føroyskum sjónarmiðum. Einamest mótvegis tí danska almenninginum, sum at kalla einki visti um Føroyar, og hann dugdi sum eingin annar at fara við danskarum. Kanska tí, sum hann sjálvur segði, at hann var bæði føroyingur og danskari.
Stubbar og snøklar
Høvuðsavrikini á hesum bógnum eru ritgerðin ?Danmark og Færøerne? 1927 og greinasavnið ?Nordiske Kroniker? 1943, men harumframt stóð ein røð av greinum og stubbum í Tingakrossi árini 1925 til 1936, og tað eru hesir tekstir, sum Turið Sigurðardóttir hevur savnað undir heitinum ?Vit skulu sjálvir?. Tað, sum Jørgen-Frantz skrivaði til blaðið er á føroyskum, meðan tað, sum Krossur tók upp eftir donskum bløðum, ikki er umsett.
Hvussu eru hesar greinir og stubbar? Jú og ja. Sumt er gott og dygt, meðan annað er løtukent og ivaleyst bara við fyri at rúgva upp. Tað dygga hevur kortini munin. William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaðu sínámillum á donskum, og sjálvvissur vildi Jørgen-Frantz vera við, at tað ikki var mangur, ið tók teir í at handfara danska málið. Hetta vistu vit. Men fongurin við nýggja savninum er, at tað vísir nútíðar lesarum, at Jørgen-Frantz Jacobsen ikki bara er ein stílmeistari á donskum, men eisini á føroyskum.
Sambandsmenn eru eisini føroyingar
Jørgen-Frantz Jacobsen er gløggur og dugir væl at gjøgnumgata próvførslur og samanburðir, sum hann metir burturvið. Í einari kronik hevur ein danskari drigið Føroyar upp í eina grein um San Marino í Italia, men Jørgen-Frantz vísir hesi samanbering aftur, tí San Marino er eitt landslag, meðan Føroyar eru eitt land fyri seg, og føroyingar eru eitt fólk. Hann vísir eisini á, at tú finnir ongan sambandsmann í Føroyum, sum vil vera við, at hann er danskari. Sambandsmenn siga seg eisini vera føroyingar. Tað er als ikki har, at skilnaðurin ímillum sjálvstýrisfólk og sambandsfólk finst.
Skilnaðurin gongur ímillum, at sambandsmenn siga, at vit kunnu ikki klára okkum uttan pening úr Danmark, meðan sjálvstýrismenn siga, at tað ber til, og at tað undir øllum umstøðum er mannminkandi at taka ímóti nøkrum fyri einki. Tí, sum Jørgen-Frantz Jacobsen vísir á, so lata føroyingar ikki statsskatt og kunnu tí ikki siga seg hava rætt til pengar frá restini av ríkinum.
Niðurstøðan hjá høvundanum er: ?Tað tykist mær at vera eyðvitað, at vit her mugu royna sjálvir, um ikki fyri annað, so tí at vit noyðast.? Uttan sjálvbjargni onga virðing, og vilt tú hava tað seinna, mást tú velja tað fyrra. Hann endurgevur somuleiðis ein íslending fyri at hava sagt, at tað ivaleyst hevði framt eina velduga ábyrgda-rkenslu í Føroyum at vita, at vit skulu klára okkum sjálvi. At eingin kom og loftaði. Hugburðurin hjá Jørgen-Frantzi er, at vit eiga at gera alt sjálvi, og hendan niðurstøða gongur sum eitt mantra ígjøgnum ein fittan part av tekstunum.
Men Jørgen-Frantz Jacobsen gjøgnumgatar ikki bara vanafest sjónarmið hjá øðrum, hann hevur eisini ætlanir um, hvat ið kann gerast fyri at menna tann føroyska búskapin. Í einari røð av samanhangandi greinum fer hann ígjøgnum bæði statshjálp (sum ikki riggar), fíggjarviðurskiftini (?Sjálvræði fremur ríkidømi, og ríkidømi fremur sjálvræði?), at vit mugu megna sjálvi (og halda uppat at misbrúka Danmark), fiskivinnan má skipast á betri hátt (so at t.d. søluliðurin eisini er okkara), havnir og vegir mugu gerast, men ikki upp á danskan máta (?Hin danski staturin ?administrerar? dýrt?), og um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verður loksins sagt, ?at tað eisini er okkara skylda yvir fyri Danmark, at vit royna, hvat vit eru mentir.?
Eingir quislingar
Lesarin legger merki til, at Jørgen-Frantz Jacobsen kann vera bæði speiskur og hvassur í síni skriving, men hann er ongantíð ófantaligur. Hann leggur eftir sambandshugsanini, men ikki stórvegis eftir sambandsmonnum, sum hann sigur vera líka so góðar føroyingar sum onnur. Her eru vit langt frá degnum í dag, har summi loysingarfólk skíra landsmenn, ið eru politiskt ósamdir við teirra kós, fyri svíkjarar og quislingar.
Inngangurin hjá Turið Sigurðardóttir hevur tað við, sum tað seg sømir, men nakra fasta kós í endurgávum hevur hon ikki lagt seg á. Brot úr ?Det dyrebare Liv? verða løgd fram á bæði føroyskum og donskum, og onnur brot eru eisini viðhvørt á donskum og viðhvørt týdd til føroyskt. Um lettisku týðingina av ?Barbaru? verður sagt, at ?henda týðing er ikki sprottin av filminum hjá Niels Malmros um Barbaru, men áverkað áðrenn filmurin kom.? Upplýsingin kemur sum ketta upp úr høvdatrog og leggur í veruleikanum onga vitan aftrat hjá lesaranum. (Nils Malmros stavast annars uttan ?e?). Men sum heild er inngangurin eitt hóvsamt yvirlit yvir lív og verk høvundans við dentinum á tí politiska Jørgen-Frantzi.