Leygardagin gingu 197 fólk hálvmaraton hjá Krabbameinsfelagnum, sum var partur av Tórshavn Maraton, og felgagið fegnast stórliga um undirtøkuna, sum tiltakið fekk.
- Vit takka hjartaliga øllum, sum skipaðu fyri og sum á ymiskan hátt hjálptu til og góvu íkast til, at tiltakið eydnaðist so avbera væl.
Krabbameinsfelagið vísir eisini til taluna, sum forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Durita Tausen, helt til Tórshavn Maraton 2016.
- Tá jólini eru í hondum, og summi okkara eta okkum um rygg, so eru kanska onnur enn eg, sum ugga seg við - ella billa sær inn - at trupulleikin er ikki tað, vit eta millum jól og nýggjár, men tað, sum vit eta millum nýggjár og jól.
Durita Tausen vísti á, at tað er eitt sindur tað sama at ganga ½ maraton. At ganga langt, tá Tórshavn maraton er – og kanska ikki ganga nógv meiri enn tað í eitt ár – tað er ikki nóg mikið.
- Vónandi verður tað soleiðis hjá okkum, sum eru við í dag – og sjálvandi eisini ætlað okkum at vera við næsta ár – at vit fara at ganga javnan ta tíðina, sum er millum Tórshavn maratonini.
Forkvinnan í Krabbameinsfelagnum vísir á, at tað er so vælsignað at ganga, og tað ber til at gera so nógv, tá tú gongur.
- Tú kanst smílast, gráta, skelda, hugsa, biðja, gleðast, njóta veðrið (um tað er gott ella minni gott), lurta eftir fuglunum, eygleiða náttúruna og árstíðirnar. Tú kanst eisini einki gera – annað enn at ganga, segði Durita Tausen.