Um tú keðir teg nógv, er stórur møguleiki fyri, at tú doyrt tíðliga. Tað er nú staðfest, at tað er lívshættisligt at keða seg. Ein kanning í Bretlandi vísur, at fólk, ið keða seg, hava 40% møguleika fyri at doygga áðrenn tey, ið ikki keða seg. Tað skrivar telegraph.co.uk.
Grundin til tað er, at fólk, sum keða seg, liva eisini ósunt. Tí hongur tað at keða seg og hjartasjúkur saman.
Granskaraformaðurin, Martin Shipley, sigur soleiðis við blaðið International Journal of Epidemiology.
- Tað hevur nógv at siga, at fólk, ið hava eitt keðiligt arbeiði, finna okkurt spennandi ítriv, ið kunnu halda keðiligheitini burtur, ístaðin fyri til dømis at velja at drekka og roykja.
Granskarar frá University College London hava staðfest, at meira enn helvtin av teimum, ið keða seg, eru kvinnur. Tað hava teir gjørt útfrá einari kanning, ið var gjørd fyri 25 árum síðan. Tá høvdu 7.500 fólk, ið arbeiddu hjá tí almenna, svara uppá um tey livdu eitt keðiligt lív. Tíggju prosent hildu seg hava eitt keðiligt lív, og meir enn helvtin var kvinnur.
Kelda: Ekstrabladet.dk










