Tað ber ikki til at eta seg burtur úr korona.
Tað staðfestir danska matvørueftirlitið, nú internetið er við at flóta yvir við góðum ráðum um, hvat fólk kunnu eta fyri at styrkja kroppin, so at tey sleppa undan at verða smittað.
Men matvørueftirlitið leggur dent á, at tað er ein følsk trygd, tí tað, sum hevur týdning, er reinførið, tá ið tú ger mat.
Annars er ikki endi á øllum møguligu, suppum og drykkjum, og bønum og flatbønum og kostískoyti og vitaminum av aslkyns slagi, sum roynt verður at lokka fólk at keypa fyri at styrkja immunverjuna, og verður immunverjan styrkt, fært tú heldur ikki korona.
Men matvørueftirlitið sigur, at hetta er einki annað enn villleiðing.
Tað er eingin ivi um, at sum heild er ein sterk immunverja avgerandi fyri fýri fólk, men tað er altso eingin supermatur, sum setir koronavirus skákmát, sigur matvørueftirlitið.
Tey siga eisini, at nógv tey flestu fáa nokk av vitaminum og mineralum við tí mati, tey vanliga eta.
Besta verjan ímóti korona er at fylgja leiðbeiningini um reinføri, tað er at vaska sær um hendurnar væl og ofta og at hosta og njósa niður í ermuna. Og so skulu vit halda okkum minst tveir metrar frá øðrum fólki.