Tók tað sum ein maður

Hóast HB-liðskiparin iðraði seg nógv um dýra sjálvmálið, so tykistVagnur Mohr Mortensen bara hyggja frameftir móti komandi avbjóðingunum

Fótbóltur

Vanligi HB-liðskiparin, Janus M. Joensen, var sjúkur, og tí var tað Vagnur Mohr Mortensen, sum leiddi HB inn á Tórsvøll leygardagin. Sami Vagnur var tó maðurin, sum skeyt HB-vónirnar niður, tá hann við høvdinum beindi bóltin í egið net. Eitt mistak, sum spælarin sjálvandi harmaðist.
 Sjálvandi er tað ótrúliga keðiligt. Men hinvegin, so haldi eg samstundis, at tað var gott, at tað var eg  og eitt nú ikki onkur av blaðungu spælarunum  sum gjørdi hatta mistakið.
Tað sá út, sum ætlaði tú at beina bóltin til hornaspark?
 Eg sá faktist bóltin rættiliga seint. Tí gjørdist eg sera kløkkur, og tíverri stútaði eg so beint í málið, tá eg skuldi senda burtur.
Vagnur iðraði seg annars  sum vera man - um, at tað ikki eydnaðist HB at spæla seg víðari, nú møguleikin til hetta var somikið góður.
 Fyrstu løtuna hava vit trupulleikar, men tá miðvøllurin byrjar at spæla, fáa vit eitt gott tak á dystinum. Har gjørdu allir eitt framúr arbeiði, men eg má draga Ólav (í Ólavsstovu, blðm.) framum. Hann imponerar meg, hvørja ferð vit spæla.
 Men hatta er heilt klárt tað vánaligasta liðið, sum eg havi verið við til at spæla ímóti í Europa-Cup høpi. Og tað er nokk ivasamt, nær vit fáa ein somikið góðan møguleika aftur.
 Tað ger tað kanska eisini eyka tungt. Men eitt slíkt mistak kann koma fyri hjá øllum, og eg má so bara vísa, at eg eri førur fyri at taka hetta á meg. Og tað geri eg best við at sýna nøkur góð avrik, staðfesti Vagnur Mohr Mortensen at enda.