Tók patrónirnar frá hópdrápsmanni

Tað var 61 ára gamla Patricia Maisch, sum saman við tveimum monnum fekk steðga 22 ára gamla hópdrápsmanninum í Tucson leygardagin. Í dag hevur hon hetjustatus.

Hetta er ein av mest hetjukendu handlingum, eg havi vitað um, sigur sheriffurin í Tucson, Clarence Dupnik um eldri kvinnuna. Av einari ella aðrari orsøk helt hon, at okkurt mátti gerast. Hon hevur uttan iva bjargað fleiri mannalívum.

Patricia Maisch var ein av mongum, sum vórðu savnað at stuðla Gabrielle Gifford, demokratiska kongresskvinnuni frá býnum.

Tað var 74 ára gamli pensioneraði obersturin, Bill Badger, sum kastaði drápsmannin í vegin, og Patricia Maisch fekk fatur at patrónunum, sum drápsmaðurin ætlaði at løða í revolvaran. Síðani setti hon seg á beinini á Jared Longhner saman við oberstinum og einum øðrum manni, sum var komin til.

Tey hildu manninum, til løgreglan kom á staðið og handtók hann.