Tá Sára og sjeikurin keyptu hús saman, gekk ikki long tíð, áðrenn avgerð varð tikin um, at tey ynsktu ein hund afturat tíkini tey áttu. Sára er djóravinur og hevði longi ynskt sær ein hund afturat, men umstøðurnar í lítlu íbúðini loyvdu tí ikki. Tey vórðu samd um, at tey skuldu fáa sær ein vaksnan hund, tí Sára heldur, at vaksnir hundar alt ov sjálvdan fáa eitt nýtt heim, hava teir tørv á tí.
Djóraverndarfelagið hevði fingið fráboðan um, at ein hundur ikki hevði tað gott í heimi sínum. Felagið hevði verið í samband við eigaran av hundinum við tí endamáli, at fáa eigaran at lata teimum hundin, tí djóraverndarfelagið onga heimild hevur at taka djór frá fólki. Tað gekk ikki ein tíð við samráðingum, áðrenn eigarin til endans gekk við til at lata djóraverndarfelagnum hundin.
-Viðkomandi sum átti hundin var illa fyri sálarliga, og visti ikki hvussu illa fyri og illa viðfarin hundurin veruliga var. Tað dugdi hon ikki at síggja, sigur Sára.
Hon greiðir frá, at viðkomandi sum átti hann ikki hevði orku til at ansa eftir hundinum. Hann hevði staðið bundin inni, og lítið og onki fingið at eta. Tá Sára fekk hundin, var hann seks mánaðir gamal og niðurundirkomin í svongd. Heldur ikki hevði hundurin verið gongutúrar og fingið rørt seg ella upplivað heimin rundan um seg.
-Hann hevði ongar upplivingar havt, var ikki reinligur, hevði skilnaðarangist og var frá sær sjálvum av ræðslu, tá vit fóru út. Tað var veruliga synd í honum, sigur Sára.
Seks mánaðar gamli hundurin flutti síðani inn til Sáru, sjeikin, tíkina, ketturnar báðar og hønirnar, sum búgva uttanfyri. Sára leitaði sær til hundavenjara eftir ráðgeving, tí nýggi familjulimurin var so illa fyri, at hon var óvís í, hvussu hon fekk hjálpt honum.
Av tí at hundurin hjá Sáru var so hungraður, tá hon fekk hann, so hevði hann heldur ikki tamarhald á sær sjálvum, tá hann sá mat.
-Hann át og át inn til hann spýði, og so át hann meir. Hann stjól eisini matin frá tíkini um hann slapp. Tað var líka við, at hann stóð á køksborðinum, tá eg gjørdi mat, tí hann visti ikki um ella nær hann fór at fáa nakað at eta aftur. Eisini var tað torført hjá mær, tí hundurin bleiv jú sjúkur tá hann spýði og fekk bleytan maga, sigur hon.
Hetta er hundurin nú komin frá, og er nú róligur tá hann er um mat. Tó, so tolur hann ikki annað enn hundamat í dag, og fær bleytan maga um hann etur annað enn tað. Sára heldur, at hetta er mein av viðferðini í fyrra heimi sínum.
Nú er gott ár liðið síðani Sára fekk misrøkta hundin. Í dag er torført at síggja, at hesin hundurin nakrantíð hevur verið illa viðfarin.
-Eg havi havt hann í meir enn eitt ár, og hann er ein forandraður hundur. Hann er góður, blíður, aktar væl og dugur tað sum hann skal, sigur hon.
Hon heldur, at tað kann vera sera ymiskt, hvussu skjótt framstig síggjast, tá hundar hava upplivað misrøkt ella pínslu. Orsøkirnar til, at tað gekk skjótt og væl hjá hesum hundinum at koma seg, heldur hon eru, at hundurin ikki var bankaður ella sligin í gamla heimi sínum, hon hevði góða tíð til at taka sær av honum og eisini hevði ein hund av sama salgi áðrenn, og kendi tí til sinnalagið.
-Tað situr fast í honum, at hann hevur verið bundin, og tí tørvar honum minni pláss, tá hann er einsamallur, men lukkutíð hevur harðskapur ikki verið framdur mótvegis honum, tí harðskapur setur seg veruliga í hundar, sigur hon.
Viðkomandi sum átti hundin áðrenn Sára fekk hann, hevur fleiri ferðir roynt at sett seg í samband við bæði Sáru og við hundin.
-Hon setur seg javnan í samband við meg, og hon hevur eisini møtt hundinum aftur undir umsjón, men hundurin lets ikki um vón og vísur henni ongan áhuga. Eg hevði tó ikki torað at lovað teimum at verið saman uttan umsjón, sigur hon.
Hundurin verður tó ikki bangin, tá hann sær gamla eigara sín, og Sára heldur, at tað er tí tey hava arbeitt miðvíst við, at hundurin skal kenna seg tryggan hjá sær. Eisini vónar Sára, at hann hevur gloymt nakað av tí, sum hann var settur út fyri.
-Eg vil fáa ein grundleggjandi tryggleika í hann, soleiðis at hann er vísur í, at so longi hann er hjá mær hendir honum onki. Eg vóni tí, at tað ongantíð hendir mær nakað, so eg kann vera vís í, at hann hevur tað gott restina av lívi sínum, sigur Sára.
Sára sigur til endans, at tað hevur verið ein positiv uppliving, at tikið í móti einum djóri á hendan hátt, og hevði hon ikki longu tveir hundar, tvær kettur og hønir, so hevði hon fegin gjørt tað umaftur.
-Tað er fantastiskt at síggja munin á einum djóri á hendan hátt, frá tí sum tað kom frá, og so til hvat tað kann blíva til, endar hon við at siga.
Sára er dulnevni, og vit kenna veruliga navn hennara. Hon er dulnevnd í greinini, tí hon hevur havt trupulleikar við at viðkomandi, sum átti hundin áðrenn hon fekk hann, hevur tráelt hana á sosialu miðlunum og fylgir væl við í lívi hennara og hjá hundinum. Hon er tí dulnevd fyri at verja seg og hundin.