Nývaldi forsetin í Bolivia, Evo Morales, kunngjørdi um vikuskiftið eina stórsligna ætlan, sum skal bøta um fátækradømið í landinum og útvega nógv nýggj arbeiðspláss.
Ætlanin hjá Moreno er at útvega 90.000 nýggj arbeiðspláss um árið tey næstu fimm árini. Í hesum sama tíðarskeiði skulu 100.000 hús og íbúðir byggjast, øll børn skulu læra at lesa og skriva, og tann fátæki parturin av fólkinum skal skerjast úr 35 prosentum í 27 prosent. Ætlanin fer at krevja almennar og privatar íløgur fyri meiri enn 12 milliardir dollarar hetta til 2011.
Carlos Villegas, menningarmálaráðharri, sigur, at tað privata skal gera íløgur í orku- og námsvinnuna, meðan tað almenna skal gera íløgur í heilsuverkið og samferðslukervið. Samstundis skuku smábøndur, handverkarar og smá vinnuvirkir fáa møguleikar at læna pengar fyri lága rentu.
Evo Morales varð valdur til forseta í Bolivia fyri einum hálvum ári síðani, eftir at hann hevði lovað at verja rættindini hjá teimum fátæku og indianska minnilutanum.