Leygardagin 18. mars í ár vóru liðin 45 ár, síðan útróðrarbáturin Kálaberg sprongdist av gassi við bryggju í Nólsoy, og ein tvey ára gomul smágenta doyði.
Blaðið 14. september, sum kom út týsdagin 21. mars í 1972 - tríggjar dagar eftir vanlukkuna - er millum bløðini, sum skriva um hendingina.
Her verður sagt, at spreingivanlukkan hendi, tá deksbáturin Kálaberg skuldi flyta fólk úr Nólsoy, og væl av fólki var savnað á bryggjuni.
Blaðið skrivar, at ein maður var staddur í lugarinum á Kálabergi løtuna, tá spreingingin hendi, og hann varð slongdur upp úr lugarinum.
“Dekkið fór alt í luftina, og framendin fór úr bátinum, sum beinanvegin fór til botns. Maðurin brendist nakað illa um hendurnar og andlitið, men annars fekk hann ongan skaða og varð útskrivaður aftur av sjúkrahúsinum beinanvegin. Ein annar maður fekk eitt træsprek um ryggin og skaddist nakað...”
14. September skrivar eisini, at ein maður stóð á bryggjuni við eini tvey ára gamlari smágentu í føvninginum. Maðurin varð slongdur um koll av trýstinum frá spreingingini, men gentan kom at liggja oman á honum.
“Lufttrýstið hevur tó verið so stórt, at gentan doyði av trýstinum...” skrivar 14. September um vanlukkuna fyri 45 árum síðan.