Amerikanski Caeleb Dressel hevur sligið heimsmetið hjá landsmanninum Michael Phelps í 100 metrar firvaldssvimijng.
Tað gjørdi hann í heimsmeistarakappingini, sum er í Gwangju í Suðurkorea í hesum døgum.
Caeleb Dressel svam seg í finaluna, eftir at hann kom á mál við tíðini 49.50 sekund. Tað er 0.32 sekund skjótari enn Michael Phelps, tá hann setti heimsmet í 2009.
Caeleb Dressel var heili 1.44 sekund skjótari enn Andrei Minakov, sum var næstur á mál.
Hetta var aðru ferð, at eitt heimsmet hjá Michael Phelps verður sligið undir heimsmeistarakappingini í Suðurkorea. Fyrru ferðina var tað 19 ára gamli ungarin Kristof Milak, sum vann 200 metrar firvaldssvimijngina og samstundis setti nýtt heimsmet.