Tá ið ein tekur heilivág, loysir tað seg altíð at lesa tað, sum stendur á vøruseðlinum.
Tað mátti ein maður ásanna í rættinum nú ein dagin.
Hann varð tikin fyri rúsdrekkakoyring og stóð til at missa koyrikortið í langa tíð.
Men hann tvíhelt um, at tað var ein serlig orsøk til, at promillan var so høg, sum var.
Og tann ørsøkin var, at hann hevði tikið heilivág.
Hevði hann ikki havt tikið heilivág, hevði promillan verið munandi lægri og tí helt hann, at hann átti ikki at fáa fulla revsing.
Hansara páhald var, at tann parturin av promilluni, sum stavaði frá heiliváginum, skuldi dragast frá promilluni, sum blóðroyndin vísti og sostatt átti hann eisini at fáa linari revsing.
Men tað var alt samalt til fánýtis.
Í Føroya Rætti fekk hann revsing eftir promilluni, sum blóðroyndin vísti. Tað var hann so ónøgdur við, at hann kærdi málið fyri landsrætturin.
Men landsrætturin er nú komin til akkurát somu niðurstøðu.
Av tí sama var hann dømdur at sita í 20 dagar og at missa koyrikortið í hálvttriðja ár.
Var promillan, sum stavaði frá heilivágnum, drigin frá, hevði revsingin verið væl linari.
Men sostatt er tað eisini staðfest í Landsrættinum, at tann, sum tekur heilivág, hevur sjálvur ábyrgdina av at geva gætur, um heilivágurin ávirkar evnini at koyra bil.
Kundi drigið 1,5 promillu frá
Løgreglan hevði tikið mannin í bilinum og tá ið blóðroynd varð tikin av honum, vísti hon, at hann hevði 3,23 promillu í blóðinum.
Sjálvir greiddi ákærdi frá, at hann hevði havt kenning í tvey kvøld frammanundan og fyrr um dagin hevði hann eisini drukkið øl.
Men hann var edrúur, tá ið hann koyrdi og tað var ikki hetta, sum hevði givið honum so høga promillu.
Hann hevði einaferð fingið ein skaða í brúkin, sum líka síðani hevði givið honum afturvendandi herðindi av magakrampa.
Og hann hevði funnið útav, at tað einasta, ið hjálpti ímóti hesum magakrampum, vóru kamfurdropar, sum fáast í hondkeypi á apotekinum.
Hendan dagin, løgreglan tók hann fyri rúsdrekkakoyring, hevði hann drukkið tvær og eina hálva fløsku av kamfurdropum.
Og tað eigur at síggjast aftur í blóðinum, tí tað stendur á fløskuni at tað er 93% av spritti í teimum.
Kamfurdropar er ringir at fáa niður, tí teir lukta óvanliga strangt og smakkurin er hareftir.
Fyri at fáa teir at glíða niður, dryppaði hann teir á sukurmolar, áðrenn hann svølgdi og soleiðis hevði hann gingið hálva triðju fløsku niðurum, tá ið løgreglan tók hann.
Tað varð eisini staðfest í rættinum, at hevði maðurin ikki tikið kamfurdroparnar, hevði hann kortini havt 1,5 - 2,0 promillu av spritti í blóðinum.
Í sær sjálvum er tað nóg mikið til at hann hevði mist koyrikortið, men revsingin hevði ikki verið so hørð og tí vildi hann hava tann partin av promilluni, sum stavaði frá kamfurdropunum, drignar frá ið revsingini.
Eldfimt spritt
Í rættinum varð víst á, at ongin ávaring stendur á fløskuni við kamfurdropum, um at tað kann vera vandamikið at koyra bil.
Hinvegin stendur svart á hvítum á fløskuni, tað er 93% spritt í kamfurdropunum og hartil stendur at teir eru sera eldfimir.
Á apotekinum høvdu tey sagt, at tey høvdu aldrin í lívinum droymt um, at nakar kundi funnið upp á at drekka so mikið av kamfurdropum, at tað skuldi elva til rús og tí var ongin beinleiðis ávaring ímóti at koyra bil á gløsunum.
Men ákærin helt ikki, at maðurin kundi koma uttanum, at hann hevði verið víst groft óansni og at hann hevði skyldu at lesa vørulýsingina á fløskuni við kamfurdropum og at kunna seg um heilivágin, hann tók.
Verjin helt ikki, at tað var tilætlað, at maðurin hevði drukkið so mikið av kamfurdropum, at tað hevði elvt til rús.
Men tað hjálpti ikki nakað, sum helst, tí Landsrætturin staðfesti dómin í Føroya Rætti og sostatt má hann lata bilin standa tað næsta hálvtriðja árið, umframt at hann má taka koyrikortið av nýggjum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hann stendur í hesi støðu, tí fyri næstan 30 árum síðani misti hann koyrikortið fyri lívið.
Men hugtakið “fyri lívið”, skal ikki takast heilt bókstaviliga í hesum føri, tí 15 ár eftir, slapp hann kortini at taka koyrikortið av nýggjum.