Tók ein eyka bana

Mona Simonsen var ikki vís í, um hon hevði svomið teir 800 metrarnar lidnar, so hon legði bara út á banan eina ferð eyka

Svimjing

 

- Eg hoyrdi ikki floytuna ringja, so eg legði bara avstað aftur, segði ein flennandi Mona Simonsen, tá hon var gestur í Rásarúminum hjá Jógvani Arge eftir svimjingina.

Tá samanumkom, var kortini eingin ivi. Mona Simonsen kom langt fremst á mál í eini tíð, sum eisini var nýtt oyggjaleikamet.

Sjálv segði Mona tó, at hon ikki kendi seg heilt trygga.

- Onkur av teimum, sum eg kappaðist við, eru frá 95-árganginum, og tá kanst tú framvegis betra teg heilt nógv upp á stutta tíð. So hóast eg hevði góða tilmeldingartíð, var hetta eingin trygd fyri gullinum yvirhøvur.