Tá Jógvan Arge gjørdist forseti ?

Á aðalfundi hjá ÍSF 4. februar í 1978 varð Jógvan Arge valdur til sætta forseta ítróttarsambandsins

Tað var tann 4. februar í 1978, at Jógvan Arge gjørdist formaður í ÍSF. Hetta skrivar Sosialurin í útgávuni fyri júst 25 árum síðani, tann 8. februar í 1978.
Erhard Næs var ÍSF-forseti frammanundan, men hann bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Jógvan Arge valdur ? Jógvan var einasta valevni. Men Jógvan Arge var frammanundan næstformaður í nevndini, og í hansara stað var Sverre Midjord valdur. Sverre fekk tó harðan dyst, tí Heðin Mortensen og Sverri T. Hansen buðu seg eisini fram. men Sverre vann á Heðini við 24 atkvøðum móti 23. Triði maðurin í nevnd ÍSF?s í 1978 var Jógvan Páll Lassen.
Nýtt ítróttarfelag í Hvalvík
Á fundinum var eisini nýggja ítróttarfelagið í Hvalvík/Streymnesi tikið upp sum limur í ÍSF. Formaður í ítróttarfelagnum í Sundalagnum var Niels Petersen í Hvalvík. Sosialurin hitti hann á máli saman við næstformanninum, Jón Láadal.
Niels greiddi frá, at tað vóru dreingirnir, ið vóru komnir til hansara og spurdu, um hann hevði áhguga fyri at hjálpa teimum við at fáa sett á stovn tað ítróttarfelag, ið tosan hevði verið um at sett á stovn í tvey ár.
Felagið luttók um hetta mund-ið bert í fótbólskappingini, og høvdu teir meldað tvey lið til kappingina hetta leikárið, eitt dreingjalið og eitt smádreingjalið. Seinni varð ætlanin at melda eitt gentulið til hondbóltskappingina.
Eingin fótbóltsvøllur var um hetta mundið í Hvalvík/Streym-nesi. Men samráðingar vóru um eitt ávíst øki. Um vøllurin ikki varð klárur til komandi árið, so máttu liðini spæla sínar heimadystir á Eiði ella í Gøtu, søgdu teir.
Nýggja ítróttarfelagið skipaði seg við við Niels Petersen sum formanni, Jón Láadal sum næstformanni, Hans Jákup Magnussen sum kassameistara, Sjúrði Ferjá sum skrivara og Finnboga Johansen sum stjórnarlimi.
Umleið helmingurin av teimum 400 íbúgvunum í Hvalvík/ Streymnesi høvdu teknað seg sum lim í felagnum.
Argjamenn ov seinir
Á aðalfundinum hjá ÍSF hevði nýggja ítróttarfelagið á Argjum, AB, biðið um loyvi at luttaka í fótbóltslandskappingini. Men hendan umsóknin varð ikki gingin á møti. Argjamenn vóru ov seinir at teknað seg til, og tað fór at verða ov trupult at leggja alla leikskránna um, varð hildið av fundinum.
Jógvan vil hava fleiri almennar pengar
Í samrøðu í Sosialinum hendan sama 8. februar í 1978 sigur nývaldi ÍSF-forsetin, at ÍSF ynskir fleiri almennar pengar at arbeiða við, og tí hevur hann biðið um fund við fíggjarnevnd løgtingsins.
? Arbeiðsuppgávurnar hjá Ítróttarsambandinum gerast feliri og fleiri, og tað skerst ikki burt, at tann peningur, sum verður latin til ítróttina á hvørjum ári, ikki strekkir til. Tað er vón okkara, sum arbeiða innan ÍSF, at tað almenna vil vaksa um studningin, segði Jógvan Arge við Sosialin.
Á fíggjarlógaruppskotinum frá landsstýrinum hetta árið (fíggjarárið byrjaði tá 1. apríl) eru ætlaðar 450.000 krónur til ÍSF. Hetta er minni enn árið fyri, tá studningurin til raksturin var 573.000 krónur ? ið tó fyri ein part varð ætlaður at rinda gamalt hall, segði Jógvan Arge eisini.
Málið hjá Jógvani var, at stuðulin skal hækkast frá 450.000 til 600.000 krónur.
Jógvan Arge sat sum ÍSF-forseti hetta skeiðið. Á aðalfundinum í 1980 varð Heðin Morten-sen valdur í hansara stað ? og har situr hann enn, 23 ár seinni ?