Tíðirnar kunnu broytast skjótt

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at neyðugt er at reka ein varnan fíggjarpolitikk, tí skjótt kunnu tíðirnar versna.

Tað er eingin ivi um, at vit hava ein ógvuliga stóran búskaparvøkstur í løtuni, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum tó vísir á, at orsøkin til hetta eru høgu prísirnir á alilaksi og uppsjóvarfiski.

 

- Hetta eru eisini viðurskifti, ið skjótt kunnu venda aftur og tí er tað týðandi, at vit eru varin og halda aftur í rakstrarútreiðsluvøkstrinum hjá landinum, so vit eisini eru klár, tá tíðirnar broytast, sigur landsstýriskvinnan við Rás 2.

 

Fríggjadagin verður fíggjarlógin fyri 2017 løgd fram, og sum skilst hevur sitandi landsstýrið lagt nógv fyri at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslum landsins.

 

Vit hyggja eisini nærri eftir, hvat tað eru fyri íløgur, ið verða settar í gongd, sigur hon og vísir á, at tað eru ikki í øllum vinnunum, at tað eru tekin til yvirhiting.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Kristinu Háfoss.