Tíðirnar eru broyttar

Skála vann uppibornan sigur á aldursforsetanum í føroyskum fótbólti, sum tikist vera meira slitin enn gott er

 

2. deild


Dysturin á Skála leygardagin var eitt fínt dømi um, hvussu stórt umskiftið hevur verið í føroyska fótbóltsheiminum seinnu árini.

Fyri bara tíggju?fimtan árum síðani vildi tað verið óhugsandi, at besta mansliðið hjá Skála skuldi kunna gjørt nakað sum helst við tvørámenn. Ja, helst hevði tað verið óhugsandi, at liðini yvir høvur vóru at finna í somu deild.


Hetta er tó beiski veruleikin, sum tvørámenn mugu liva við í dag, og hann mundi ikki gerast søtari av, at Skála vann ein greiðan sigur á TB.

Í fyrra hálvleiki mundi TB valla hava eina roynd móti málinum hjá Skála, meðan skálamenn í hinum endanum fleiri ferðir vóru nær við, og eisini fingu løn fyri stríðið ta einu ferðina. Hetta var eftir eitt sera vakurt álop, sum byrjaði afturi hjá málverjanum. Eftir uppspæl í vinstru varð skifti yvir í hitt borðið, har Marius Joensen skjótt trillaði aftur til Alexandur Johansen, og hesin var ísakaldur, tá møguleikin beyðst.


Alexandur hin stóri

Av Skála sigst annars um dystin, at tað var eingin ivi um, hvør besti leikarin á vøllin var hendan dagin. Alexandur Johansen var við í so at siga øllum tí, sum Skála skpati frameftir á vøllinum, og hann var eisini høvuðsmaðurin, tá Skála í seinna hálvleiki tvífaldaði leiðsluna.

Saman við Tummasi Olsen broderaði hann seg ígjønum verjuna, og alt endaði við, at Tummas gjørdist púra leysur í brotsteiginum og hevði lætt við at skora.

Seinasta málið hjá Skála kom eftir eina sanna bumbing av TB málinum, har málverjin fyrst hálvbjargaði í tveimum atløgum, áðrenn Marius Joensen at enda setti bóltin í málið.

Úrslitið hevur við sær, at Skála heldur óvæntað hevur sett seg á fremsta sessin í aðru deild, nú tvey umfør eru farin aftur um bak. Enn er sjálvandi langt á mál, men fyribils tykjast teir í hvussu so er at hava rokkið málinum, sum teir settu sær undan kappingarárinum. Nevnliga at stabilisera liðið.

TB er hinvegin at finna í niðar endanum av talvuni, og lítið ella einki bendir á, at teir í bræði fara at hava ein aktivan leiklut á føroysku fótbóltstindunum.


Skála-TB 3-0 (1-0)

1-0: Alexandur Johansen

2-0: Tummas Olsen

3-0: Marius Joensen