Tíðindini flytast til klokkan 18.00

Kringvarpið ætlar at gera kollveltandi broytingar í skránni. Tíðindini skulu flytast til klokkan 18.00, og Dagur & Viku verður framhaldandi kl. 19.00

Føroyingar kring alt landið kunnu vænta kollveltandi broytingar í skránni hjá kringvarpinum í vetur. Bæði sjónvarpi og útvarpi fara at hava ymiskar broytingar í skránni í vetur, sum føroyingar sum heild ikki eru vanir við.
 
Tíðindini broytast
 
Tað munnu vera nógv, sum eru von at seta seg niður at lurta eftir tíðindunum klokkan 18.30, meðan tey eta ein góðan nátturðabiti. Tað ljóðar, at so fer ikki at vera framyvir.
Tíðindini, sum altíð hava verið kl. 18.30, fara nú at vera flutt til klokkan 18.00, og hetta er einki minni enn ein kollveltandi broyting hjá kringvarpinum.
 
Dagur & Viku heldur fram somu tíð
 
Tíðindini vera væntandi ikki einasta broyting, sum kringvarpið fer at fremja. Sendingin, Dagur & Vika, sum hevur verið send klokkan 19.00 í summar, fer framhaldandi at hava hesa senditíð.
Dagur & Vika hevur annars altíð verið kl. 20.00, men nú ljóðar, at kringvarpið ætlar at halda fast um senditíðina, sum teir hava nýtt í summar. Hetta verður eisini ein stór broyting hjá kringvarpinum.
Vit tosaðu við stjóran í kringvarpinum, Jógvan Jespersen, men hann vildi ikki gera viðmerkingar til skránna fyribils.