Arnold missir undirtøku
Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, er ikki so væl umtóktur longur.
Sambært einari nýggjari kanning halda 37 prosent av veljarunum í Kalifornia, at guvernørurin roynist væl. Tað er kanska ikki so galið samanborið við undirtøkuna hjá mongum øðrum leiðarum, men trupulleikin er, at umdømið hansara er nógv versnað í seinastuni. Í einari tilsvarandi kanning fyri bara fýra mánaðum síðani søgdu heili 55 prosent, at tey vóru nøgd við guvernørin og tað, sum hann fekk av skafti.
Hetta hevur fingið Schwarzenegger at seta fleiri átøk í verk, sum skulu royna at bøta um umdømi hansara, men higartil hava átøkini ikki givið nakað úrslit, skrivar AP úr Sacramento.
Bilførarar sovna
Tað er ikki nakað ókent fyribrigdi, at fólk kunnu sovna, meðan tey koyra bil, og í Noregi vísa kanningar, at hvønn dag sovna umleið 500 bilførarar, meðan teir sita við róðrið.
Norsku ferðslumyndugleikarnir siga, at í meðal doyr eitt fólk í ferðsluni um vikuna, tí at ein bilførari sovnar, meðan hann situr við róðrið, og á hvørjum ári fáa umleið 400 fólk skaða av óhappum, ið standast av svøvni. Ferðslumyndugleikarnir hava tosað við 15.000 bilførarar, og kanningin vísir, at tey flestu sovna, tá tey koyra á einum breiðum og beinum vegateini.
Í gjár fóru ferðslumyndugleikarnir undir eitt átak ímóti slíkum óhappum og vanlukkum, tí myndugleikarnir ásanna, at vandin er serliga stórur í teirri nógvu ferðsluni um summarið. Tí er ætlanin at fá bilførararnar at steðga á og at fáa sær ein lítlan lúr, kenna teir seg troyttar. Myndugleikarnir siga, at hjá teimum flestu kunnu 15 minuttir vera nóg mikið til at bjarga mannalívum.
Skilagóðar leyvur
Fyrr í hesum mánaðinum bleiv ein tólv ára gomul genta rænd og burturflutt har suðuri í Etiopia. Fýra menn fóru avstað við gentuni, tí hon skuldi giftast burtur.
Gentan vildi ikki fara við monnunum, og í tríggjar dagar bukaðu teir hana fyri at fáa hana at akta. Men tann triðja dagin komu tríggjar leyvur gentuni til hjálpar. Tær róku teir fýra menninar burtur og stóðu uppi yvir gentuni, til løgreglan kom og bjargaði gentuni, skrivar AP.
Stuart Williams, sum stendur á odda fyri einari villdjóraverkætlan í Etiopia, sigur við AP, at tað var helst gráturin hjá gentuni, sum fekk leyvurnar at hjálpa henni. Hann ivast ikki í, at hevði gentan ikki grátið, høvdu leyvurnar gjørt av við hana.
Løgreglumaðurin Wondimu Wedajo, sum kom fram á gentuna, sigur, at tað hendir javnan, at ungar gentur verða rændar í sambandi við giftarmál. Hetta er serliga galdandi á bygd, og hann heldur, at umleið 70 prosent av brúðrunum har eru gentur, sum eru burturfluttar.
Ikki pláss fyri fornlutum
Svensku myndugleikarnir hava boðið sær til at lata Noreg fáa umleið 2.500 fornlutir, sum upprunaliga stava úr Noregi, men norðmenn siga seg ikki hava pláss fyri teimum, skrivar Aftenposten.
Tá norðmenn herfyri hátíðarhildu, at 100 ár vóru liðin, síðani teir fóru burtur úr ríkiseindini við sviar, handaði Carl Gustaf kongur Hákuni krúnprinsi ein virðismiklan lut frá víkingatíðini. Men hesin luturin var bara ein av mongum, sum sviar eru sinnaðir at lata norðmonnum aftur, og tí umhugsa norðmenn nú at byggja eitt nýtt fornminnissavn. Ætlandi verður tað einar 5.000 fermetrar stórt, og nógv bendir á, at tað verður bygt í Bygdøy.
Nógvir norðmenn halda tað vera pínligt, at landið ikki kann hýsa sínum egnu fornlutum, og Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharri, hevur eisini sagt, at stjórnin ætlar at finna eina loysn.










