Toskurin ovfiskaður
Norðmenn vilja vera við, at ov nógv er veitt av toski í Barentshavinum í ár. Tað er ikki óhugsandi, at veiðan er farin umleið 50.000 tons upp um heildarkvotuna, sum er 395.000 tons.
Norska fiskiveiðieftirlitið sigur, at toskaveiðan hjá norskum skipum er helst 20.000 tons omanfyri ta ásettu kvotuna. Samstundis hevur eftirlitið skrásett, at 28.000 tons av toski eru umskipað við Bjarnoynna higartil í ár. Halda hesi tølini, er ovveiðan 48.000 tons, men sagt verður, at talið kann fara báðar vegir.
Norska fiskiveiðieftirlitið fer um stutta tíð at tosa við russiska eftirlitið. M. a. vilja norðmenn hava at vita, hvussu nógv av tí, sum er umskipað við Bjarnoynna, er fiskað burtur av russisku kvotuni.
?????????????
Friðurin í vanda
Ein avdúking um njósning kann gera enda á friðartilgongdini í Norðurírlandi.
Tað er komið fram, at týðandi politikarar hava latið IRA loyniligar upplýsingar, og avdúkingin hevur havt við sær, at protestantarnir nú krevja, at Sinn Fein verður koyrdur burtur úr savningarstjórnini í Belfast. Sinn Fein er tann politiski vongurin av IRA.
Protestantiski fyrstiráðharrin, David Trimble, sigur, at limir í Sinn Fein hava skipað fyri umfatandi njósning, og seinasta fríggjadag rannsakaði norðurírska løgreglan skrivstovurnar hjá Sinn Fein.
??????????????????
Nærkast 30 prosentum
Norski Framburðsflokkurin fær nú so stóra undirtøku millum veljararnar, at hann er størri enn teir tríggir stjórnarflokkarnir tilsamans.
Ein nýggj veljarakanning gevur Framburðsflokkinum 29,5 prosent av atkvøðunum, meðan teir tríggir stjórnarflokkarnir tilsamans fáa 26 prosent. Hjá Framburðsflokkinum er talan um eina framgongd upp á fýra prosent, meðan tann størsti stjórnarflokkurin, Høgri, missir 3,5 prosent. Kristiligi Fólkaflokkurin hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra missir hálvtannað prosent, meðan Vinstri stendur í stað.
Veljarakanningin gevur Arbeiðaraflokkinum 21 prosent og Sosialistiska Vinstraflokkinum 17 prosent. Hetta merkir, at tríggir teir størstu flokkarnir eru uttan fyri stjórnina.
???????????????
Ikki Cook kortini
Bretski skiparin og rannsóknarmaðurin James Cook var kanska ikki tann fyrsti evropearin, sum kom til Avstralia. Hetta hevur annars verið tann vanliga hugsanin, men nú vilja bretar sjálvir vera við, at ein annar evropeari var kanska har longu hundrað ár undan Cook.
Tann nýggja metingin er grundað á eitt skipsvrak, sum er funnið við oynna Fraser Island úti fyri avstralsku eysturstrondini. Í vrakinum hava granskarar funnið kanónir, sum týðiliga eru evropeiskar, men sum líka týðiliga ikki eru av bretskum uppruna.
Bretski skipsserfrøðingurin Greg Jeffreys sigur, at talan er um vrakið av einum evropeiskum skipi frá umleið 1650, og tað er alment kent, at bæði spaniumenn, portugisar og niðurlendingar sigldu á havleiðunum við Avtsralia, áðrenn James Cook kom hagar. Higartil hevur verið hildið, at Cook var tann fyrsti evropearin, sum settin fótin á land í Avstralia. Tað hendi í 1770.