Tíðindaskrivið Ellisakfør aftur á Shellstøðunum

Føroya Shell og Føroya Ellisakfør hava gjørt eina nýggja avtalu fyri 2002, soleiðis at limablaðið, Tíðindaskrivið Ellisakfør, nú aftur verður selt á Shellstøðunum kring landið

Í blaðnum hesaferð er nógv áhugavert tilfar. Sum til dømis um eina ferð úr Skúgvi um Sandoynna til Havnar í 40 árunum. Eisini er brot úr sera áhugaverdum tilfari sum Einar Petersen, rithøvundur, hevur skrivað um bilasøguna í Vágum. Sum vanligt eru eisini nógvar áhugaverdar gamlar myndir í blaðnum, og ymiskt annað frá felagnum.