Tíðindaskriv, Ægir

Nú skúlaárið aftur er byrjað, hevur nevndin í svimjifelagnum Ægir havt fund og tilrættislagt komandi svimjiárið. Útlitini vóru ikki so góð, tá svimjiðarið endaði við tað at Martin Venned legði frá sær sum høvuðsvenjari. Vit takka Martini fyri tað farna.

Síðani varð søkt eftir nýggjum venjarum, og hava vit verið so heppin, at fingið fleiri av okkara goðu gomlu svimjarum aftur sum venjarar. Sum høvuðsvenjara hava vit sett Sørin Olsen og sum hjálparvenjarar Róa á Kósini, Rannvá Dahl, Alexandur á Dul og Fíu Høj. Rói og Rannvá verða eisini við á fyrsta liði og koma at venja saman við Mouits Danberg úr HS, Ulrik av Hjøllum, Flot, og Sandy í Lambanum, Flot, sum taka víðari útbúgving í Klaksvík.

Katrin Michaelsen kemur at taka sær av teimum yngstu svimjarunum.

Venjingartíðirnar verða at byrja við: Kappsvimjarar møta kl. 19.00 30. august og hini møta kl. 18.00 30. august. Tey minstu møta kl. 18.00 13. september. nevndin hevur skipað seg soleiðis: John Mikkelsen, formaður, Tina Purkhús, svimjileiðari, Julianna í Heimistovu, kassameistari, Birgit Hansen, skrivari, Heidi Biskopstø, tiltakslimir og Amanda Gullaksen, nevndarlimur. Esiini hevur nevndin arbeitt við at betra umstøðurnar hjá venjarunum. Vit hava gjørt sáttmálar við venjararnar, fingið berbara teldu og nýggjar draktir, shorts og T-shirts eru á veg. Til alt hetta krevst góður stuðul og nógv arbeiði. Nevndin hevur havt úr at gera, og vóna vit at svimjiárið verður læruríkt. Í hesum sambandi vilja vit takka øllum, sum hava stuðlað við eningagávum og øðrum og ikki minst øllum teimum foreldrum, ið mansterk hava staðið saman um felagið.


Við svimjikvøðu


nevndin