Uttanlandsnevndin varð vald aftaná seinasta løgtingsval, og í nevndini sita: Hergeir Nielsen, formaður, Heðin Mortensen, næstformaður, Jógvan við Keldu, Edmund Joensen, Jóannes Ejdesgaard, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana.
Sambært stýrisskipanarlógini gevur Uttanlandsnevndin løgtinginum tilmæli í øllum uttanlands-, marknaðar- og verjumálum, eisini um viðurskiftini við Danmark, og hevur nevndin havt eina røð av kunnandi og ráðgevandi fundum ? innanhýsis og saman við landsstýrinum og embætisfólkunum ? um ríkisrættarligu støðu Føroya og í hesum sambandi samráðingarnar við donsku ríkisstjórnina.
Hóast ætlan landsstýrisins um at halda samráðingarnar við donsku ríkisstjórnina í trúnaði, so valdi danska stjórnin at ganga pørtum av andstøðuni á møti og gera tær almennar. Síðani tá hava øll skjøl verið almenn uttan eitt, sum liggur í Uttanlandsnevndini og er undirskrivað av Edmund Joensen, Jóannes Ejdesgaard og Marjus Dam.
Hóast almennu gongdina í málinum, so hevur hesin partur av andstøðuni fýlst á kunningar- og ráðgevingarstøðið, og upp til triðja samráðingarumfarið tann 15. juni hava frammanfyri nevndu harafturat hvassliga og skrivliga funnist at hesum.
Uttanlandsnevndin hevur viðgjørt hesi viðurskifti enn eina ferð, og nevndin heldur, at hon á fullgóðan hátt er kunnað av og hevur ráðført seg við landsstýrið undir allari málsviðgerðini av samskiftinum við donsku stjórnina.
Harafturat er Uttanlandsnevndin í tráð við arbeiðssetningin hjá nevndini, farin á fundarstaðið í Keypmannahavn til samráðingarumfarið 15. juni. Nevndin varð kunnað og ráðførdi seg við landsstýrið undan samráðingarfundinum, undir sjálvum samráðingunum og beinanvegin aftan á, at hesar vóru endaðar.
Uttanlandsnevndin heldur ikki, at tað er verkliga gjørligt at náa einum hægri og meira tíðarførdum kunningarstigi, og harmast um, at umboðini hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum frávelja møguleikan at taka lut í nevndararbeiðnum tá á stendur. Nevndin harmast eisini um, at hesir flokkar heldur nýta møguleikan at sáa iva um sjálvan arbeiðssetningin í teirri nevnd, sum løgtingið hevur hevur valt teir í.
Viðmerkt verður, at nevndarlimirnir hava ikki møtiskyldu, men standa til svars mótvegis flokkum, feløgum og veljarum sínum.
Soleiðis samtykt á nevndarfurni tann 15. juni 2000.
Hergeir Nielsen, formaðurngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.










