Fáar minuttir seinni helt hann tíðindafund um orsøkina til uppsøgnina. Tá endurtók hann eina søgu, sum Sosialurin, vísandi til “vælvitandi keldur”, prentaði farna hósdag undir yviskriftini “Watergate í Tinganesi”. Í sjónvarpinum í gjárkvøldið endurtók Jóannes Eidesgaard, at nakað var hent í Tinganesi, sum “minti um Watergate”.
Søgan, sum hesar “vælvitandi keldur” plantaðu í Sosialin hósdagin, er ikki sonn. Ein hópur av fólki kann vitna, at Høgni Hoydal ikki hevur gjørt nakað skeivt í hesum máli, og tíansheldur hevur brotið inn á nakra skrivstovu.
At føroyskur politikkur er drigin niður á hetta støði, er syndarligt. Jóannes Eidesgaard hevur við hesum máað støðið undan øllum áliti á politisku skipan okkara.
Men tað er ikki allur skaðin. Søgan varð í gjár endurtikin í fleiri útlendskum miðlum. Jóannes Eidesgaard hevur sostatt eisini við framferð síni gjørt Føroyum fyri skommum í øðrum londum.
Tí er tingbólkur Tjóðveldisins samdur um, at neyðug stig skulu takast til tess at staðfesta ábyrgdina í málinum.
Føroya Løgting 16. september 2008