Tíðindamaður myrdur í Athen

Ein grikskur tíðindamaður varð skotin uttan fyri heim sítt í høvuðsstaðnum Athen í dag.

Tann myrdi æt Sokratis Giolias, og hann var 37 ára gamal. Hann hevði egna útvarpsstøð og skrivaði sera væl umtóktar viðmerkingar á síni blogg-síðu.

Løgreglan sigur, at drápsmenninir vóru tveir ella tríggir í tali. Teir vóru vápnaðir við skammbyrsum og lótu 15 skot av.

Griksku myndugleikarnir ivast ikki í, at drápsmenninir eru limir í einum víðgongdum felagsskapi, sum hevur skipað fyri líknandi álopum fyrr. Felagsskapurin kunngjørdi í fjør, at hann fór at leggja seg eftir at beina fyri tíðindamonnum og løgreglumonnum.