Tíðindafundur: Gurban er varin móti Føroyum

Gurban Gurbanov, venjari hjá Aserbadjan, er varin og vil lítið siga

Landsliðið hjá Aserbadjan hevur havt sín tíðindafund undan Nations League landsdystinum móti Føroyum, sum verður í morgin klokkan 17. Venjarin hjá Aserbadjan, Gurban Gurbanov, roynir at siga sum minst.

 

- Eg vil ikki siga so nógv. Vit brúka okkara orku upp á at fyrieika okkum til dystin í morgin, har vit vóna at fáa eitt gott úrslit, sigur Gurban Gurbanov.

 

Hann bleiv eisini spurdur um, hvussu tað ber til at Aserbadjan fær betri úrslit á útivølli enn á heimavølli.

 

- Tað er positivt, at vit fáa betri úrslit á útivølli, men eg veit ikki heilt hví tað er so. Kanska spæla hini liðini meiri álopskent á heimavølli, so tað er lættari okkum at revsa tey. Tá tey spæla á útivølli, so leggja tey meiri fyri í verjustøðu. Tá verður torførari at brót tey niður. Vit hava tó eina vón um, at tað fer at eydnast í morgin móti Føroyum, sigur Gurban Gurbanov.

 

Aserbadjan hevur framvegis møguleikan at koma víðari úr bólkinum, men helst krevur tað ein sigur á Føroyum í morgin.