Tvey amerikonsk tíðindafólk, sum hvurvu tann 1. oktober, eru komin afturíaftur Síðano tann 1. oktober hava aamerikonsku myndugleikiarnir sóknast eftir tveimum amerikonskum tíðindafólkum, sum hvurvu í Libanon tann dagin.
Nú hevur amerikanska sendistovan í Damaskus boðað frá, at tíðindafólkini eru komin hagar. Tað vísir seg, at tey blivu tikin á sýrialendska markinum tann 1. oktober, tí tey vóru komin ólógliga úr Libanon.
Tíðindafólkini arbeiða hjá jordanska blaðnum Jordan Times, sum kemur út á enskum máli.