Starvsfólkini í tíðindadeildini hjá Kringvarpinum vilja ikki finna seg í, at Jón Brian Hvidtfeldt verður uppsagdur, og hava í hesum sambandi sent kringvarpsstjóranum eitt mótmælisskriv, har tey millum annað krevja, at ætlaða uppsøgnin av Jón Brian Hvidfeldt verður tikin aftur.
- Tíðindadeildin hjá Kringvarpinum mótmælir at okkara tíðindaleiðari, Jón Brian Hvidtfeldt, nú verður sagdur úr starvi.
Tað siga tey 17 í skrivinum, sum er sent kringvarpsstjóranum.
Víðari siga tey, at tey hava fult álit á, at Jón Brian Hvidtfeldt hevur røkt sínar uppgávur eftir teimum umstøðum, hann hevur havt at arbeiða undir.
- Vit vilja samstundis vísa á, at Jón Brian Hvidtfeldt er fakliga sera kompetentur, men Tíðindadeildin hevur ikki havt nóg stóran part av samlaðu játtanini til at útinna sínar kjarnuuppgávur, sum hoyra til public-service skyldurnar hjá Kringvarpi Føroya.
- Tí krevja vit, at ætlaða uppsøgnin av Jón Brian Hvidtfeldt verður tikin aftur.
- Vit vilja samstundis biðja um fund við stjóran í seinasta lagi mikudagin 6. januar at umrøða málið nærri, siga starvsfólkini á Tíðindadeildini
Tey sum hava undirskrivað mótmælið eru Leivur Frederiksen, Dánjal Højgaard, Ingolf S. Olsen, Johnsigurd Johannesen, Óluva Zachariasen, Elin Winther Poulsen, Ingi Rasmussen, Sigmar Bláberg, Rúni F. Kjær, Herluf Sørensen, Høgni í Jákupsstovu, Karolina Thostrup, Dia Midjord, Kaj Joensen, Jógvan Hugo Gardar, Jóhann Mortensen og Sigrún H. Brend










