Fyri tað fyrsta, vil Tórbjørn Jacobsen vita, hvat Helena Dam á Neystabø hevur gjørt, fyri at loysa málið um tíðindaeindirnar hjá Kringvarpinum. Hann vil hava at vita, hvussu landsstýriskvinnan tulkar lógina, umframt, at hann vil hava at vita, um tað verða tvær tíðindadeildir, ella um tað heldur fram at vera ein.
Harnæst vil Tórbjørn Jacobsen fegin vita, um støðan í Kringvarpinum í dag er ein avleiðing av vánaligum samskifti millum Mentamálaráðið og Kringvarpið.
Til seinast vil hann eisini vita, hvussu langt arbeiðið við at gera ein public service sáttmála er komið, og nær hann verður lagdur fyri Tingið.
Fjølmiðlasemjan
Í viðmerkingunum til spurningarnar vísir Tórbjørn Jacobsen aftur til fjølmiðlasemjuna, har stórur dentur varð lagdur á, at tvær ymiskar tíðindaeindir skuldu vera framyvir, fyri at verja integritetin hjá stovninum, umframt at syrgja fyri, at margfeldni helt fram at vera í tíðindaflutninginum.
- Hildið varð, at hesar einastu redaktiónirnar, ið ikki kundu ákærast fyri at renna ørindi fyri m.a. handilslig, politisk og átrúnaðarlig áhugamál, á henda hátt skuldu verjast fyri monopolisering av tíðindastreyminum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Harmast skilið
Tað, sum Tórbjørn Jacobsen heldur vera so øgiliga harmiligt í hesum málið, er, at onnur enn tey, ið hava skrivað lógirnar fara at tulka tær øðrvísi, enn tær vóru ætlaðar.
- Tað tilkemur ikki tilvildarligum løgfrøðingum, landsstýrisfólkum, kringsvarpsstýri ella stovninum sjálvum, at tulka kringvarpslógina øðrvísi enn hon varð samtykt, sigur hann. Hann vil somuleiðis vita, um Helena Dam á Neystabø ætlar at lata standa til, nú semjan eftir hansara tykki er brotin, samstundis, sum hetta er beinleiðis ímóti Tingsins vilja, sambært Torbirni Jacobsen.
Hann vísir somuleiðis á, at hetta mál hevur verið fyri fyrr í tingsetuni, og at tá komu boð, at málið skuldi loysast beinanvegin. Hetta dugir Tórbjørn Jacobsen ikki at síggja.