Tíðin um at renna undan

Vit bíða eftir peningajáttan fyri at kunna fáa ta ráðgeving, sum er neyðug til tess at gera ein sáttmála, sum gongur so langt inn í framtíðina, sigur Bjarni Djurholm um Skálafjarðartunnilin

Sum nevnt í blaðnum i gár verður bíðað eftir samtykt av eykajáttanini fyri august, sum framvegis ikki er avgreidd enn.

Annars var uppskotið at heimila landsstýrismanninum at hava samráðingar við nevndina fyri Sálafjarðartunnilin um sáttmála, samtykt áðrenn løgtingið fór í summarfrí, men landsstýrismanninum tørvar serfrøðingahjálp í samráðingunum, og har liggur málið í løtuni.

- Tað sigur seg sjálvt, at tá talan gerst um ein slíkan sáttmála, sum skal ganga 30 ár fram í tíðina, so er neyðugt at grundarlagið er í lagi. Vit skulu gera ein sáttmála, sum bæði politiski myndugleikin og loyvishavarin, í hesum føri nevndin fyri Skálafjarðartunnilin, skal kunna liva við í langa tíð fram, sigur Bjarni Djurholm.

Hann sigur, at síðani landsstýrið fekk umsóknina handaða, hava verið tríggir fundir partanna millum, og at fjórði fundurin verður í komandi viku. Haraftrat hevur verið leypandi sambandi millum umsitingina í Vinnumálaráðnum og stjóran fyri Skálafjarðartunnilin, Dávur Reinert Hansen.

- Vit hava ongan áhuga í at draga málið út, men tað er líka greitt, at hjá okkum er neyðugt at fáa serfrøðiliga ráðgeving í hesum máli, tí vit skulu gera ein sáttmála, sum gongur langt inn í framtíðina, og tað hava vit ongantíð roynt fyrr, sigur Bjarni Djurholm.

 

Tíðin avgerandi

Hóast eykajáttanin fyri august eftir røttum skuldi verið avgreidd í september, so liggur hon framvegis í løgtinginum, nú vit skriva miðan oktober.

- Eg veit ikki, nær vit fáa pengarnar, ella um vit fáa teir. Eg rokni tó við, at teir verða játtaðir. Men tað er greitt, at longur tað líður út á árið, minni verða møguleikarnir at brúka pengarnar. Og eykajáttanin er ikki samtykt enn. Vit arbeiða so nógv vit kunnu innan fyri givnu karmarnar, men vit fáa ikki sett veruliga gongd á, fyrr enn vit fáa serfrøðiliga ráðgeving, sigur Bjarni Durholm.

Eins og Ingi Højgaard vísir landsstýrismaðurin á, at tíðin undir øllum umstøðum er um at ganga undan, tí eitt val sal útskrivast í seinasta lagi fram móti jólum og tað merkir, at seinasti framløgudagur í løgtinginum helst verður einaferð seinast í oktober. Og tá sigur tað seg sjálvt, at tíðin gerst knøpp.

Men Bjarni Djurholm vil kortini ikki avvísa nakað.

- Fáa vit umbidnu eykajáttanina, eru vit til reiðar at seta øll segl til. Men tað er avgerandi neyðugt at fáa greiði á avleiðingunum av at gera ein sáttmála, sum gongur so langt inn í framtíðina, sigur landsstýrismaðurin.

- Men tað er einki at ivast í, at talan er um eina íløg, sum er samfelagsbúskaparliga sera góð, og kost-nýtslu kaningar vísa, at hon fer at geva ein stórt búskaparligt avkast. So hetta er sjálvandi nakað, vit raðfesta ógvuliga høgt, sigur Bjarni Djurholm.

So áðrenn nakað annað kan gerast, má eykajáttanin avgreiðast, og hon liggur so enn í løgtinginum.