Tá Óðin tók Sancy í íslendskum sjógvi

Heimasíðan hjá Visir veit í morgun at siga, at skipari og manning umborð á Sancy hava verið til avhoyringar hjá løgregluni á Eskifirði, men at upplýsingarnir um, hví skipið - uttan fráboðan var í íslendskum sjógvi, ikki eru nøktandi. Onnur teknisk viðurskifti verða nú eisini kannað

Sancy-málið

Sosialurin hevur fingið myndirnar, vit prenta á hesi síðuni, frá Landhelgisgæslu Íslands, sum svarar vaktartænastuna í Føroyum.
Tað er kunningarkvinnan hjá stovninum, Dagmar Sigurðardóttir, sum eftir umbøn hevur sent okkum myndirnar.
Myndirnar siga eitt sindur um umstøðurnar, tá ið íslendska vaktartænastan við vaktarskipinum, Óðini á odda, tók føroyska djúpvatnstrolaran, Sancy í íslendskum sjógvi fyrr í vikuni.
Myndirnar tók Vala Agnes Oddsdóttir.

Ikki nøktandi
Sum skilst, er ikki nógv nýtt at frætta í málinum um Sancy í morgun.
Sýslumaðurin á Eskifjørðinum í Íslandi, har skipið liggur, Inger L. Jónsdóttir, sigur við Visir í morgun, at talan møguliga er um, at Sancy hevur framt brot á íslendsku fiskiveiðiskipanina.
Sum Sosialurin skilir støðuna, verða ymiskt viðurskifti nú kannað, eitt nú satelitt-skipanin og møguligir upplýsingar, sum annar tekniskur útbúnaður møguliga kann siga íslendsku myndugleikunum. Hugsandi er, at íslendsku myndugleikarnir soleiðis fara at kanna, um plottarin goymir upplýsingar um, hvussu skipið hevur ferðast í íslendskum sjógvi.
Heimasíðan hjá Visir sigur, at skipari og manning umborð á Sancy hava verið til avhoyringar, men at upplýsingarnir um, hví skipið - uttan fráboðan var í íslendskum sjógvi, ikki eru nøktandi.

Óheppin støða
Nú kunnu vit bert vóna, at málið tekur seg væl út hjá reiðarínum, sum eigur Sancy.
Somuleiðis vóna vit, at hendingar, sum hendan, ikki fáa avleiðingar fyri tað annars so góða samstarv, sum er á fiskivinnuøkinum millum Føroyar og Ísland.
Í gjár segði Dagmar Sigurðardóttir við Sosialin, at reiðaríið hjá Sancy hevur fingið sær ein íslendskan sakførara, sum tekur sær av málinum fyri reiðarríið.
Kunningarkvinnan segði seg ikki vænta, at skipið verður liggjandi leingi í Íslandi.
Tað var 46 ára gamla íslendska sjóverjuskipið, Óðin, sum tók Sancy, tá ið vaktarskipið var á veg úr Íslandi til Bretlands.