John Johannessen
Heili 62 prosent av føroysku veljarunum halda, sambært nýggjastu veljarakanningini, at tað er best at finna eina loysn á ríkisrættarliga spurninginum, ið liggur innan fyri ríkisfelagsskapin.
Talið av teimum, ið taka undir við, at Føroyar gerast fullveldisríki, um skiftistíðin verður fýra ár, er einans 24 prosent.
Ongan stuðul
hjá fólkinum
Hetta heldur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, heilt greitt sýnir, at landsstýrið ikki hevur fólkið aftan fyri seg í fullveldismálinum. Tí skiftistíðin verður ikki longur enn fýra ár.
Tí mælir Jóannes Eidesgaard landsstýrinum til at saðla um, so ein loysn kann finnast, ið liggur innan fyri ríkisfelagsskapin. Eina loysn, ið fer at lenda onkustaðni millum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Politiskur trupulleiki hjá løgmanni
Jóannes Eidesgaard mælir ikki beinleiðis landsstýrinum til at leggja frá sær. Hann sigur, at higartil hevur virt, at samgongan er í einari samráðingarstøðu, ið hon skal sleppa at enda, so fólkið kann taka støðu til úrslitið.
Men Jóannes Eidesgaard heldur, at orðini hjá løgmanni í Degi og Viku hóskvøldið prógva, at nú má nakað henda í samgonguni.
Løgmaður ásannaði fyri Sjónvarpinum, at danska stjórnin ikki fer at loyva okkum longri skiftistíð enn fýra ár. Harafturar ásannaði løgmaður eisini, at fullveldismálið í løtuni er koyrt fast.
? Hetta tulki eg, sum at løgmaður ásannar, at tað málið, øll umsitingarliga orkan hevur verið brúkt til seinastu árini, er miseydað, sigur Jóannes Eidesgaard.
Harafturat vísir Jóannes Eidesgaard á, at løgmaður í Degi og Viku segði, at loysnin á málinum liggur onkustaðni ímillum polariseringina millum Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin.
Nýval ella nýggj samgonga
Hetta heldur hann merkir, at løgmaður nú ásannar, at tað ikki fer at bera til at fáa undirtøku fyri verandi sáttmálauppskoti.
Men Jóannes Eidesgaard roknar við, at hetta kann gerast ein trupulleiki í samgonguni. Hann roknar nevniliga ikki við, at Tjóðveldisflokkurin fer at ganga við til nakað annað enn verandi sáttmálauppskot.
Tískil roknar Jóannes Eidesgaard við, at einasta loysnin á trupulleikanum hjá løgmanni er, at løgmaður skrivar út nýval ella skipar nýggja samgongu.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm