- Tíðin er búgvin at rætta skeivleikar

Pedagogfelagið vísir nú eisini sín stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Ein fyri og onnur eftir koma ymisk fakfeløg nú við yvirlýsingum, har tey vísa sín fulla stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í samband við verkfallinum, ið felagið lýsti í síðstu viku.


Skipara- og Navigatørfelagið vóru fyrstir við eini yvirlýsing í morgun, og síðan kunngjørdu tey fýra fakfeløgini í Samtak eina líknandi yvirlýsing. Seinast í røðini er Føroya Pedagogfelag, sum í yvirlýsing veitir fullan stuðul til sjúkrarøktarfrøðingarnar.


Yvirlýsingin er fylgjandi:


Føroya Pedagogfelag gevur hervið sín fulla stuðul til Føroysku Sjúkrarøktarfrøðingunum í samband við verandi verkfall.


Føroya Pedagogfelag átalar eisini, at gjørdar lønaravtalur hjá Fíggjarmálaráðnum við Starvsmannafelagið, skal verða lønarkarmur fyri aðrar lønarbólkar, og tekur eisini fult undir við, at tíðin er búgvin at rætta skeivleikar í lønarlagnum millum útbúgvingar- og starvsbólkar í Føroyum.


Fíggjarliga ber í hesum tíðum væl til at gera íløgur í vælferðarsamfelagið, og sýna virðing fyri heitu hondunum í landinum.


Vegna Føroya Pedagogfelag
Jógvan Philbrow
formaður