Vagnur Michelsen
Av og á vitji eg gamla konu, sum er farin um tey hálvfemsinstjúgu árini. Henda annars lívsglaða og fyrikomandi gamla konan, sum ikki býr nógvar metrar frá okkara háttvirda tinghúsi og býráðssali, má liggja í songini, tí aldurdómurin nú veruliga hevur sett síni spor.
- Veitst tú okkurt nýtt úr býnum í dag? plagar hon at spyrja. Vit tosa um ferðamannaskipini, sum vitja Havnina og ferðafólkini, sum ganga í havnargøtum. Vit fara aftur í tíðina, annars alt vanligt túnatos okkara millum. Tað er so hugtakandi at tosa við konuna.
- Nú ert tú vorðin so gomul, at tú nært hægri aldur enn mamma tín náddi, plagi eg at arga hana við. - Tað vóni eg ikki, sigur konan.
Seinni durvar hon eina løtu, og tá sveima tankarnir.
Er veruligu so galið í landi okkara, at samstundis sum politikararnir av álvara tosa um at gera undirsjóvartunnil fyri milliard millum Havnina og Eysturoynna, í Sandoynna fyri 700 milliónir, brúka 90 milliónir til gransking, útbyggja løgtingshúsið fyri tíggjutals milliónir, brúka aðrar milliónir til nýggjan løgmansbústað í Hoyvík og tosa um Føroyar 2015, so hava politikararnir einki tilboð til gomlu konuna uttan heimahjálp tvær reisir um dagin?
Tó kann konan koma til umlætting á Lágargarði tvær ferðir um árið í tríggjar vikur, sum hon ernast av og er fegin um, men hetta er slættis ikki nøktandi. Á Lágargarð sleppur hon ikki, tí har standa 150 fólk á bíðilista og 30 fólk á bráðfeingisbíðilista.
Sá í útlendskum blað herfyri, at skalt tú finna útav, um eitt samfelag er væl fyri og hevur góðan grundvøll at standa á, so finn útav, hvussu tey gomlu hava tað.
Tíðliga í summar kom upp á tal at skerja stuðulin til tilhaldini um landið og gevast at koyra døgurðar út til tey gomlu. Tá ið samfelagið so einki tilboð hevur til eina hálvfemsinstjúgu ára gamla konu uttan at bíða eftir heimahjálpini og vinum og kenningum, so er samfelagið ikki væl fyri.
Tó er at fegnast um, at frambrot eru at hóma á eldraøkinum, tí kommunurnar vilja nú sjálvar taka sær av teimum gomlu. Men frambrotið druknar í langtíðar "visjónum".
- Fekst tú eyga á drotningina í sjónvarpinum, tá ið hon var í Føroyum. Hon var kanska og vitjaði teg? spurdi eg konuna. - Nei, men tey ungu er vøkur. Hon hevði sæð Frederik og Mary í einum myndablað. - Mary er bara so vøkur, men so fín fólk koma ikki inn um mína gátt, segði konan við einum smíli og gav til kennar, at hon helt nógv av kongshúsinum.
Gamla konan og eg práta eina løtu afturat, so verður sagt farvæl.
- Kom skjótt aftur og takk fyri vitjanina.
Tað er ikki sørt av ringari samvitsku samfelagsins vegna tú hevur, tá ið tú kemur út í tún. - Nógv í okkara samfelag hongur tíverri ikki saman. Henda gamla konan hevur í skjótt í eina øld tænt samfelagnum fyrimyndarliga, men nú konan hevur brúk fyri samfelagnum, svíkur samfelagið, hugsar tú, meðan tú í dýrdarveðrinum spákar omaneftir.