Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna Javnaðarflokkurin
-----
At síggja til, er løgmansrøðan á tremur av f
øgrum orðum, sum tað er ringt at verða ósamd við. Trupulleikin er bert tann, at tað er ein stór andsøgn ímillum tað, ið sagt verður, at samgongan ferð at fremja og samtyktu fíggjarkarmarnir fyri komandi ár. Tá ið onki samsvar er, ímillum ætlaninar hjá samgonguni á fíggjarliga økinum og orðafloyminum í løgmansrøðuni, tá verða orð bert orð og missa sín týdning.
Trý óverulig páhald
Serliga eru tað trý páhald í løgmannsrøðuni, ið ikki eru í samsvar við veruleikan. At samgongan raðfestir útbúgving og gransking og ferð at gera tað enn meira í komandi tíðum. At samgongan raðfestir vælferð í fíggjarkarmunum fyri komandi ár og at samfelagið ikki er á veg at gerast eitt samfelag við øktum stættarmuni av m.a flatskattinum.
Økt raðfesting av útbúgving og mentan
Ført verður fram, at útbúgving er nógv raðfest seinnu árini og skal raðfestast enn hægri. Tosað verður um, fleiri útbúgvingar á setrinum og miðnámsskúlatilboð til ung við serligum avbjóðingum.
Tað er rætt, at útbúgvingarøkið, serliga miðnám hevur verið raðfest fram til 2012. Veruleikin er tó tann, at samtyktu karmarnir frá 1 januar 2013 áseta, at útbúgving og mentan skal skerjast við tilsamans 9 mió. Árini fram til 2016 skal hetta øki spara heilar 56 mió. Sjálvandi ber til at fáa meir fyri minni, við at gera skilagóðar rationaliseringar, men tað er tó eitt mark fyri, hvussu longi hetta ber til.
Eitt týðandi økið, ið tosað hevur verið um í langa tíð, og sum er alneyðugt, um vit skulu geva fólki møguleikar her heima, heldur enn at flyta av landinum, er at fáa skipað fjarlestur. Verður hetta øki raðfest, so kunnu tilkomin fólk, við familju, nema sær eina útbúgving, uttan at familjan má flyta burtur. Farið tí at heita á landstýrismannin um at fara í holt við hetta beinanvegin.
Vælferðin raðfest verður sagt
Løgmaður heldur fram við sínum bjartskygni, og vil verða við, at eisini vælferðin er raðfest í karmunum. Tað má sigast at ganga sjón fyri søgn.
Teir hava samtykt, at almannaøki einsamalt skal spara 52 mió. bert í komandi árið. Størsta einstaka upphæddin var funnin við at hækka pensiónsaldurin, nevniliga 33 mió. Sum øllum kunnugt, vildi ongin kennast við hetta uppskotið, tó hava teir hildið fast við at upphæddin skal sparast á almannaøkinum. Restin, slakar 20 mió skulu finnast við at skerja dagpengar og fyritíðarpensión. Í inniverandi árið hava teir ikki javna pensiónirnar og mótrokning millum hjún hvarv sum døgg fyri sól. Harumframt er Als gjaldið og gjaldið til Heilsutrygd hækka. Samanumtikið má sigast, at ein skal verða meira enn vanliga bjartskygdur fyri at fáa eyga á raðfesting av vælferð.
Skattapolitikkurin førir ikki til eitt ójavnari samfelag
Sum rosinan í pylsuendanum førir løgmaður fram, at skattapolitikkurin ikki hevur ført til eitt stættarsamfelag.
Veruleikin er tó framvegis tann, at ein tímaløntur fær ein lítlan 100 krónuseðil í skattalætta meðan tey hægstløntu fáa upp í 7000 krónur um mánaðin.
Ein flakakvinna má arbeiða minst 50 tímar um vikuna, um hon skal merkja fløvan av flatskattinum. Samgongan heldur tað verða í lagi, at ófaklærd ikki kunnu liva av at arbeiða 40 tímar um vikuna, nei tey skulu arbeiða longur og kanska heldur ikki hava feriu. Tað økir um stættarmunin, tá ið kanska ein góð helvt av fólkinum, ikki kann klára seg við tí tey vinna í eini vanligari arbeiðsviku, meðan onnur, uttan at brúka 1 minutt eyka á arbeiðsmarknaðinum fáa fleiri 1000 krónur um mánaðin eyka útgoldið.
Tað rættað hevði verið, at umlagt skattalættan so hann meira kom teimum lágløntu og støku uppihaldarunum til góðar. Hetta vildi bæði minkað um stættarmunin og skapt størri nýtslu. Vit síggja, at flatskatturin ikki hevur skapt tann vøkstur í búskapinum, ið samgongan førdi fram.
Løgmaður droymir
Tað er gott at hava dreymar. Henda røðan hevur serliga havt fokus á ein dreym hjá løgmanni, dreymin um fullveldi. Røðan er tó merkt av, at hann eisini hevur droymt fíggjarkarmarnar langt burtur. Ein freistast til at hugsa, at hin stóri samgonguflokkurin, Fólkaflokkurin, bert letur løgmann droyma víðari, so kunnu teir føra politikk.
Vit fara at síggja, at hetta helst er so, tá ið fíggjarlógin verður løgd fram í heyst. Tá vænti eg, at bæði løgmaður og Sambandsflokkurin vakna við kaldan dreym. Teir hava jú samtykt at skerja útbúgving og mentan við tilsamans 56 mió. komandi árini og almanna og heilsuøki við 170 mió.
Breiðar semjur
Løgmansrøðan ger nógv burturúr hvussu neyðugt tað er, við breiðum semjum. Løgmaður nevnir, ítøkiliga, at breið semja krevst, um eydnast skal at fáa tamarhald á fólkafráflytingini.
Tí fara vit at bjóða samgonguni og løgmanni at royna breiðu semjuna í verki nú beinanvegin. Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt ítøkiligt uppskot fram, at fáa lýst orsøkir og avleiðingar av fólkafráflytingini og at fáa ítøkiligar tilráðingar, um hvussu vit kunnu venda óhepnu gongdini. Síggi fram til at samgongan ferð at taka undir við hesum, so orð ikki framhaldandi bert eru orð, men at tað eisini eru gerðir aftanfyri.