Tá ið navnin bergtók Norðurlandahúsið

Konsert við Martin Jo­en­sen og hinum í Norð­ur­land­ahúsinum leygarkvøldið 17/2-2007.

UMMÆLI
Meðan tey flestu gingu og lótu seg í til ‘masku­spæl’ fasta­lávints­leyg­ar­kvøld, høvdu Martin Joen­sen og hinir gjørt av at borð­reiða við ektaðum Mart­in Joensen-tónleiki í Norð­urlandahúsinum.
Eg fari ikki at ummæla tað tónlistarliga í hesum tiltaki, tað eri eg ikki førir fyri, men um løtuna sum heild kann eg siga, at hon var ótrúlig. Ein massivur pakki av tulkingum av yrkingum - eftir kanti, beint í høvdið. Hóast tú kendi allar yrkingarnar, áðrenn tú settist at lurta, so var tað sum um talan var um nýggja vøru, pakkaða inn í annað pappír. Og eg haldi, at tað hetta kvøldið eydnaðist bæði sangara og tónleikarum at gera, tað, sum teir eftir øllum at døma høvdu sett sær fyri, nevniliga, enn einaferð, at geva nakað frá sær. Konsertin byrjaði við, at Martin bjóðaði øllum at vera vælkomnum til eina konsert við framførslu av yrkingum, sum handlaði ‘um teg og eitt sindur um meg’, sum hann sjálvur tók til.
Tað er langt síðan, at tveir og ein hálvur tími hava gingið so skjótt. Skrá­in var kend frammanund­an: Martin fór at syngja burt­ur úr tí, hann higartil hevur givið okkum av sín­um sangskatti. Og tað er ikki smávegis. Vit hoyrdu m. a. yrkingar sum Ró, Morg­un, Lat meg goyma teg, So ganga míni ár, Svarti ravnur, Á brúnni, Í gjár, Eingin er sum tú, Í Heygadali, Í tínum eygum, Um songartíð.
Langt er ímillum, at tú í Før­oy­um hoyrir so heil­skapt­ar framførslur. Har vóru ikki bara tekstir, tónar og tekningar, sum tað stend­ur á bókakápuni á bókini, Lat meg goyma teg, sum Martin gav út fyrr í vetur, men nú var skráin víðkað við inniligum tulk­ing­um, ið vístu, hvussu Mart­in heldur á at búnast sum listamaður. Haraftrat vóru tónleikararnir, ið skaptu heildina saman við Mart­ini, framúr góðir, teir vóru: Eyðun Mohr Hansen, Jónleif Jensen, Pauli Magn­ussen, Jákup Zachariassen, Magnus Johannesen og Niels Olsen.
Ikki skerst burtur, at tað var tann álvarsami Martin Jo­ensen, sum áhoyrararnir hoyrdu hetta kvøldið. Hann sang um sorg og skuggar, um iva og longsul, um ljós og myrkur um túnatøgn, og mannatómar gøtur og - um timburmannin í Nasaret. Hann tulkaði sínar yrk-in­g­ar fyri opnari mikrofon, og hann gjørdi tað heilt einfalt so væl, at tað var ikki sørt, at gólvbrettini í Norð­ur­land­a­hús­inum fóru upp at rist­ast og flagið á tekini hevði hug at lyfta sær uppfrá. Og eg má siga, at tá ið so dóttirin, Malan, kom á pallin og rætti pápanum eina hjálpandi hond við yrkingini Í gjár, tá var av sonnum vár í luftini.
At tað vóru vælnøgdir áhoyrarar, sum fóru av stað aft­ur úr Norð­u­r­land­a­hús­i­num hetta kvøldið var síðsta løtan eitt gott dømi um. Klappini mundu ong­an enda tikið, so at tú skuldi trúð, at tað veruliga hevði eydnast Martini at ‘keypt Tofta bygd’, soleiðis sum hann skemtiliga tekur til í yrkingini pengar, sum tó ikki var á skránni hetta kvøldið
Góði Martin og tón­leik­ar­ar til lukku við tiltakinum - tús­und takk fyri eitt minni­ligt kvøld fyri tekstir, tón­ar, tekningar og tulkingar. Eg havi hug at enda við tín­um egnu orðum:

eingin er sum tú.


Navnin í Skørugøtu