Signar P. Heinesen
???????????????????
Politiska leiðslan hevur ræðið á týðandi parti av tilfeinginum í landinum. Tað, sum tann politiska leiðslan ikki onkursvegna opnar dyr fyri, verður neyvan veruleiki. Hetta ræðið verður skipað við málsetningum, hvussu ætlanin er at røkka málunum og hvussu mál og arbeiði verður samskift við borgaran.
At seta viðkomandi mál í einum virðiligum samskifti og við virðing fyri tí heimi, vit eru partur av, er ein av mest týðandi uppgávunum hjá fólki og politikarum. Stórar tjóðir mistu fullkomuliga fótafestið í heimsbúskapinum grundað á mál, sum ikki hóskaðu til tíðina, tey livdu í. Tá ið Kina í 15. til 19. øld ikki setti sær fyri at byggja ein rættiligan herflota og í staðin byrgdu seg inni, misti landið støðuna sum ein hin fremsta sivilsatión í heiminum fyri hetta. ("The Human Web", J.R. & W.McNeill, 2003). Hetta er helst eitt tað týðiligasta dømi í søguni av sínum slag.
Skulu vit - færri enn 50.000 borgarar í Føroyum - fóta okkum í einum globaliseraðum heimi, krevst, at vit umhugsa okkara mál við skynsemi.
Hvør setir dagsskránna?
Tann politiska skipanin er eitt amboð hjá fólkaræðinum. Hitt demokratiska prosjektið, sum Solon, Kleistenes, Perikles og onnur á sinni løgdu lunnar undir í Grikkalandið fyri um 2500 árum síðani, hevur síðani tá verið í støðugum bardaga ímóti maktlæruni. Demokrati og leiðslulæra er í støðugum stríði við maktlæruna á sama hátt, sum kristnilæran er í støðugum stríði við Farieseismuna. Demokrati og leiðslulæran leggur sjógv millum seg og maktlæruna. Maktlæran roynir at klæða seg sum demokrati og leiðslulæru.
Tær demokratisku skipanirnar, sum vóru settar í verk í Europu og Ameriku í 18-19. øld, eru allar hugsaðar við støði í maktlæruni, har teir einstøku politikararnir og politisku flokkarnir umboða "sínar veljarar" í teirri merking, at teir skulu røkja áhugamálini hjá einum parti av borgarunum. Í danska ríkinum kenna vit munin millum áhugamálini hjá bóndastættini, sum vóru umboðað við vinstraflokkinum og áhugamálini hjá arbeiðarafjøldini, sum vóru umboðað við sosialdemokratunum. Hendan mynd er støðið undir mongum demokratiskum kjaki enn. Her á klettunum kenna vit tað helst best frá tí, sum tann einstaki politikarin megnar at bera heim til sítt valdømi av vegastubbum, bergholum, skúlum o.ø.
Men hitt demokratiska prosjektið hevur ikki til endamáls at seta upp eitt leiktjald fyri einum bardaga millum ymisk fólk í samfelagnum. Hitt demokratiska prosjektið hevur til endamáls at røkja og tillaga áhugamálini hjá øllum landsins borgarum.
Gamla Athen skipaði seg sum eitt beinleiðis demokrati, har allir frælsir menn eldri enn 20 ár vóru við í Tinginum. Í demokratiskum høpi kunnu vit samanbera gamla Athen við Føroyar, eftirsum talan sambært søgufrøðingum var um einar 30.000 frælsar menn. Upp til 5-6.000 frælsir menn møttu til regluligu Athensku Tingini, har avgerðirnar vóru tiknar. Tilsamans búðu helst um 250.000 fólk í býnum, nakað sum í Íslandi í dag. At hesi fólk bæði megnaðu at vinna á Persum og at byggja eina mentanarháborg sigur ikki heilt lítið um, hvussu stór megi liggur í tí demokratiska - so trupult tað enn kann tykjast at savna fólk, byggja upp felags fatan og síðani at taka felags avgerðir.
Ein av klassisku spurningunum í stjórnmálafrøðini (politologi) er, hvør hevur valdið. Svarið sambært hinum demokratiska prosjektinum er einfalt: tað hevur fólkið. Tí er tað eisini einfalt at svara spurninginum um, hvør setur dagsskránna, tá ið málini verða sett: Fólkið setir dagsskránna.
At tað kann vera praktiskt trupult hjá fólki í túsundatali og millióna tali í felag at seta dagsskránna, er ein av stóru praktisku uppgávunum, sum demokratisku amboðini hava roynt at loysa øll hesi ár. At mong eisini hava brúkt júst hendan veruleikan til tess at tiltuska sær sjálvum dagsskránna og við maktlæruni hava brúkt orkuna hjá øðrum at røkka egnum áhugamálum, er ein annar syrgiligur veruleiki, sum var kendur í gamla Grikkaland eins og aðrastaðni og til allar tíðir. So ófullkomin enn læran um valdsbýtið er, er tað tó ein roynd at tálma hesar kreftur. Men søgan hevur víst, at eingin nokk so góð skipan kann avloysa skynsama og ábyrgdarfulla atferð. Í eini demokratiskari skipan skal hvør einstakur gera sær greitt, at í felags málum røkkur okkara atferð væl útum okkara egna.
Linjan hjá sitandi samgongu
At tað ber til at seta sær eittans mál fyri, er seinasta samgongan frá 1998 til 2003 eitt dømi um. Málið um einar frælsar Føroyar var nóg greitt, nóg breitt og var nóg gott grundarlag fyri øllum neyðugum undirmálum. Vilja vit einar frælsar Føroyar, hevur tað sína ávirkan á sjúkrahúsverkið, á almannaverkið, á samskiftisamboðini o.s.fr. At seinasta samgongan hevði ilt við at røkka sínum máli hevur kanska ikki sørt samband við hendan veruleika.
Sitandi samgonga hevur hin trupulleikan - hon hevur enn ikki megnað at fortelja fólki, hvat hon vil brúka sítt breiða mandat til. Fólkafloksfólk, sambandsfólk og javnaðarfólk tykjast fegin um, at teirra politikarar sita við valdinum, men lítið frættist millum manna, hvørjar vónirnar eru fyri framtíðini.
Ørkymlandi ábendingar eru um, at málsetningarnir koma inn um dyrnar soleiðis hissini. Ein putlast við onkran smávegis skattalætta, annar putlast við útlendsk ítróttarfólk, triði putlast við vindmyllur, fjórði putlast við spreingiteknik frá fyrst í seinastu øld. Knappliga loysir samgongan fyri posabandinum í alivinnuni og bjóðar útlendskum fyritøkum okkara firðir fyri einki uttan nakra ábending um, hvussu vit ætla, at føroyskar fyritøkur kunnu virka í øðrum londum.
Trupulleikin er sjálvandi tann, at stýrisamboðini ikki virka. Frámælini eru mong og tilmælini fá, fleiri teirra fjákut. Men hetta er veruleikin, sum sitandi samgonga er í. Hesum veruleika má hon arbeiða út frá. Er hesin veruleikin ikki broyttur til næsta val ella eru eingi mál rokkin av hesi orsøk, tá er tað ábyrgdin hjá sitandi samgongu.
Hvørji mál kunnu vit hóma millum manna
Uttan stórvegis partapolitiska íblandan ber helst til at fáa eina hóming av, hvørjar linjur ella hvørji mál hava áhuga millum manna.
Stýrisamboðini
Ein høvuðsspurningur, sum tú møtir dagliga, er spurningurin um tey kaotisku viðurskiftuni í okkara embætisverki. Fólk, sum hava brúk fyri embætisverkinum eru ørkymlað. Fólk, sum starvast hjá - og fyri - sama embætisverki, eru enn meira ørkymlað - hóast orsøkirnar helst ikki eru tær somu. Og fólk eru ørkymlað um handalagið hjá okkara politikarum. At politiska handalagið í mangar mátar hongur saman við, hvussu væl stýrisamboðini virka, er ein veruleiki, sum ofta verður gloymdur.
Borgarin má gera sær greitt, hvussu trupult tað er hjá politikarum at bøta um stýrisamboðini. Ein samgonga hevur fýra ár at virka í, um væl vil til. Hetta er stutt skotbrá at fáa stýrisamboðini at virka og samstundis røkka øðrum meira praktiskum málum. Stýrisamboðini eru jú meira enn so mangt annað amboð til tess at røkka øðrum málum.
Fíggjarligu inntøkumøguleikarnir
Ein annar høvuðsspurningur, sum tú eisini møtir dagliga, er spurningurin um fíggjarligu inntøkumøguleikarnar í landinum. Alt fleiri kenna á sær, at hesin aldudalurin, vit eru í, er ikki heilt sum so mangir fyri hendan. Á einhvønn hátt er hesin dalurin eitt øðrvísi tekin um, at vit hava fyri neyðini eitt breiðari fíggjarligt grundarlag.
Fólk flest ivast í dag um studningur gagnar nøkrum vinnulívi. Sjálvt tey, sum hava slík uppskot, eru ivasom um hetta er gongda leiðin. Heldur hevur ein varhugan av, at tey uppskot, sum koma um studning, bera boð um maktaloysi, tí tað er trupult at síggja aðrar møguleikar, sum kunnu fáast í lag her og nú.
Bæði politikarar og borgarar annars mega gera sær greitt, at her finnast ikki lættar loysnir. Tað er ikki lætt at síggja, hvussu vit í felag kunnu lyfta uppgávuni at fáa til vega eitt breiðari fíggjarligt inntøkugrundarlag. Í almenna kjakinum verður "gransking" mangan nevnt í sambandi við vinnuligan framburð, sum eitt annað gandaorð. At kobla gransking og vinnuliga menning er ikki einfalt í størri londum og er væl truplari í einum lítlum landi sum Føroyum.
Nógvir spírar eru í landinum í løtuni. Okkurt bendir eisini á, at vilji er at lyfta í felag. Hetta skuldi verið við til at gjørt uppgávuna hjá politikarunum lættari, men ilt er at meta um, hvørt tað er nóg mikið.
Einar samanhangandi Føroyar ? geografiskt og fólksligt
Ein triði spurningur, sum tú møtir á tínum veg, er spurningurin um einar samanhangandi Føroyar, skilt bæði geografiskt og fólksligt. Geografiskt verður hesin spurningurin ofta tikin uppá mál í sambandi við Suðuroynna og Sandoynna. Missa vit hesar oyggjarnar? Eru hesar oyggjarnar í sama vanda sum tær smærru útoyggjarnar? Hvussu við teim loysnum, sum eru settar í verk fyri Suðuroy, Vágar og Norðuroyggjar - stendur nyttan mát við kostnaðin? Fáa vit rímiliga nyttu burturúr tí, sum vit longu hava goldið fyri?
Fólksligt verður spurningurin ofta tikin upp sum spurningurin um ójavnan millum tey, sum hava stórar møguleikar í landinum og tey, sum hava smáar møguleikar. Tímalønt, eldri fólk, tey, sum eru komin illa fyri av einhvørji orsøk, eru dømi um fólk, sum við røttum kunnu hava ilt við at síggja stóru framstigini. Møguleikin at kenna seg tryggan á arbeiðsplássum er eisini spurningur í hesum sambandi. Haldi eisini, at fleiri við mær kendu tað sum stein oman á byrði, at almennu Føroyar við sínum lógaruppskotum góvu verkafeløgunum ábyrgdina fyri langa verkfallið í 2003.
Tá ið málini verða sett
At seta málini saman við vanliga borgaranum er ein trupul partur av praktiska demokratiska prosjektinum. Onkursvegna skulu politikarar stinga ein rímiliga yvirkomiligan setning fyri eitt valskeið út í kortið, samstundis sum øll tey politisku málini skulu hava skrúvuna í vatninum. Seinasta samgonga stakk eittans málið út í kortið, og tað var helst ov eintáttað. Hendan samgongan hevur enn ikki givið borgarunum eina rímiliga greiða fatan av, hvørji mál størsta orkan skal fara til.
Fylgja vit við í tosinum millum manna, so haldi eg meg hóma trý høvuðsmál, sum venda aftur og aftur í ymsum hami. Vit kunnu siga tað soleiðis, at um hendan samgongan megnar at bøta munandi um stýrisamboðini í landsstýrinum, at menna fíggjarligu inntøkumøguleikarnir hjá føroyskum vinnulívi og at binda oyggjar og fólk tættari saman tað, sum er eftir av hesum fýra árunum, vil vanligi borgarin helst vera væl nøgdur við avrikið. At so ein velur tjóðveldi, annar fólkaflokk o.s.fr. uttan mun til tað, sum gjørt verður, er annað mál, sum ikki eigur at ørkymla tann politiska statsmannin.
Skulu vit gera okkum vónir um, at eisini næsta ættarliðið av føroyingum er partur av eini tjóð, einum fólki og eini vinnuligari eind í einum globaliseraðum heimi, eru hesi trý málini ein fortreyt. Bert við vælvirkandi - sterkum, fjøltáttaðum og dynamiskum - stýrisamboðum, við einum samanhangandi Føroyum og eini altjóðagjørdari vinnu eisini innan onnur øki enn fiskivinnuni, eru vit, sum fólk, verdug einum globaliseraðum heimi.
Vit hava helst meira at takka okkara forfedrum um aldarskiftið 1900 og frameftir fyri, enn vit geva okkum far um. Føroyska skútan varð tá vend frá einum bóndasamfelag til eitt fiskivinnusamfelag. Hetta hendi ikki av sær sjálvum. Fleiri samfeløg í somu støðu høvdu ikki sama hepni at velja vinnuveg, sum rakk longur enn 100 ár fram. Vilji og evni at vera partur av altjóða samfelagnum seinnu helvt av 20. øld verða eisini ofta undirmett.
Spurningurin til okkum, um ártúsundskiftið 2000, er, um vit megna at bera førningin framá vegin - um vit megna at seta felags mál, sum eru hóskilig í tí heimi, vit liva í. Og at røkka hesum málum.