Tá ið Locke lagaði grundina undir valdsbýtinum

Skrivarin í stjórnarskipanarnevndini, Rúni Rasmussen, sum hevur bachelorprógv í søgu og stjórnmálafrøði, greiðir her frá søguliga upprunanum undir valdsbýtinum, sum tað støðugt verður fokuserað nógv uppá, og sum áhaldandi verður viðgjørt og endavent

Rúni Rasmussen


Nógvir heimspekingar hava hugleitt um valdsbýti. Ein hin kendasti heimspekingurin í hesum sambandi er John Locke. Hansara valdsfatan og greining av politiskum stýri hava havt avgerandi týdning fyri menningina av stjórnarskipanum.

Enska stjórnarskipanin í 1600-talinum
Karl I royndi í tíðarskeiðinum 1629-1640 at ráða við einaveldi og kallaði ikki saman parlamentið í hesum tíðarskeiði. Men í 1640 varð tingið kortini sett og samtykti tá lóg, sum avmarkaði valdið hjá kongi, so at hann ikki longur kundi ráða einsamallur. Uppreistur í Írlandi hevði við sær, at kongur hevði tørv á hermegi, men parlamentið, ið ráddi fyri játtanini til herin, hevði ikki álit á kongi. Kongur kallaði tá saman ein her uttan um parlamentið. Tingið svaraði aftur við at kalla inn sín egna her, og var hetta partur av orsøkini til enska borgarakríggið 1642-1649. Borgarakríggið snúði seg í grundini um, hvør hevði evsta politiska valdið í Onglandi, kongur ella parlamentið.
Karl I varð tikin av døgum í 1649. Kongsvaldið varð sett úr gildi, og Ongland varð lýst at vera lýðveldi (commonwealth). Í størsta partinum av tíðarskeiðinum ráddi Oliver Cromwell. Eftir deyða Cromwells í 1658, gekk tó ikki long tíð til kongsveldið varð endurreist. Í 1660 gjørdist Karl II kongur, og ráddi hann til 1685.

Kreppa tók seg upp eftir at Karl II doyði og Jákup II gjørdist kongur. Hann var íðin katolikkur og gjørdi ímóti tingsins lógum, tá ið hann útnevndi katolikkar til týðandi størv innan herin, fróðskaparsetrini og kommunur. Tað sá út til, at einaveldi aftur var vorðið veruleiki, og tá kongur í 1688 fekk ein son, tyktist katólsk kongsætt vera tryggjað við. Onglendingar óttaðust bæði katólskt harðræði og útlenska uppílegging. Endin varð, at protestantum á tingi eydnaðist at fáa Mariu dóttir Jákups II og mann hennara William av Oranien vald til drotning og kong. Jákup II flýddi, og henda kollvelting gjørdist kend sum the Glorious Revolution.
Nýggja kongaparið hevði fingið síni heiti og myndugleika frá parlamentinum og tey viðurkendu, at evsta valdið lá hjá parlamentinum. Henda glæsiliga kollveltingin staðfesti valdið hjá parlamentinum og setti á stovn stjórnarbundið kongsveldi.

Second Treatise of Civil Government
John Locke var tann stóri talsmaðurin fyri hesa frælslyntu kollvelting, fyri fólkaræði og stjórnarskipan við valdsbýti og fólkavaldum umboðum. Hugmyndin handan kollveltingina er at finna í bókini hjá Locke Seinna Ritgerðin um Borgarliga Stjórn, ið helst varð skrivað í 1681 í stjórnarligum krepputíðum. Locke skrivaði Seinnu Rigerðina tá ið støðan millum kongsveldið og parlamentið var sera spent og Karl II førdi seg fram sum einaræðisharra. Endamálið var at vísa á tørvin á uppgerð við táverandi stýrisskipanina og at lýsa grundarlagið fyri betur skipaðum stýri í samsvar við almenna viljan.

Locke byggir sum aðrir á hugsanina um samfelagssáttmálan. Hesin sáttmáli ber í sær, at valdið verður latið upp í hendurnar á einum stjórnara, sum verjir lív og ognir teirra. Locke heldur ikki, at fólk upprunaliga eru í krígsstøðu øll ímóti øllum, men heldur at fólk eru fræls og líka av uppruna, men vandi er fyri ágangi frá øðrum. Tí liva fólk í ótta og vanda fyri at missa alt. Tí søkir fólkið felagsskap, sum hevur til endamáls at verja lív, frælsi og góðs teirra. Locke orðaði seg soleiðis: Tað stóra høvuðsendamálið við at menniskju ganga saman í statir og geva seg undir eitt stýri, er at tryggja ogn teirra, tí í náttúrustøðuni vantar nógv í. (§ 124)

Valdsbýti
Locke skrivar nógv um valdsbýti og hvussu vit best skipa samfelagið. Locke vísir á tríggjar valdsfunksjónir, sum eiga at vera í samfelagnum:

Fyri tað fyrsta vantar ein fast og kend lóg, samtykt og góðkend við felags samtykki sum normurin fyri rætti og órætti og tann felags mátistokkur til at loysa trætur millum fólk. (124)

Fyri tað annað vantar í náttúrustøðuni ein kendur og óheftur dómari, sum hevur møguleika at loysa ósemjur sambært samtyktum lógum. (§ 125)

Fyri tað triðja vantar ofta í náttúrustøðuni vald til at styðja uppundir røttu avgerðini, og harnæst handhevja hana á hóskandi hátt [á enskum: to give it due execution] (§ 126)

Endurgevingarnar omanfyri vísa greitt, at ávísar funksjónir vanta í náttúrustøðuni og eiga tí at vera partur av tí samfelagsskipan, ið hann argumenterar fyri. Funksjónirnar eru: lóggevandi (§ 124), dømandi (§ 125) og útinnandi vald (§ 126). Hesar funksjónirnar eru væl kendar í flestu samfelagsskipanum. Locke hevur ikki einans trý myndugleikasløg, men fýra. Tann fjórða statsfunksjónin verður nevnd í kapitli 12, § 145 og 146. Um hetta valdið sigur hann:

Hetta vald ræður tískil yvir kríggi og friði og samgongu og øllum sáttmálum við allar teir persónar og felagsskapir, sum standa uttan fyri avvarðandi stat, og kann kallast samveldisvald. Bara málið er rætt skilt, so nervar navnið meg als ikki. (§ 146)

Tað fjórða valdið er sostatt samveldisvaldið (føderativa valdið). Tey fýra valdssløgini hjá Locke eru staðfest, men tað er ikki nóg mikið. Neyðugt er eisini at fáa greiði á, hvussu valdsbýtið og valdssamanspælið er skipað. Í samband við spurningin um valdsbýtið, er tað hóskandi at fáa greiði á, hvat Locke sigur um sambandið millum lóggevandi og útinnandi vald. Hetta kemur til sjóndar í § 144:

Men av tí at tær lógir, sum helst verða gjørdar einaferð og eftir stuttari tíð, hava áhaldandi gildi og krevja áhaldandi útinning ella eftirlit, er tað tískil neyðugt, at eitt vald altíð er saman, sum skal hava eftirlit við, at útinningin av samtyktu lógunum áhaldandi verður framd. Og hetta er orsøkin til, at lóggevandi og útinnandi vald verður býtt sundur.

Lóggevandi og útinnandi valdið skal skiljast sundur, tí talan er um tvær ymiskar funksjónir. Locke vísir á, at tað er vandi á ferð, tá ið somu persónar hava bæði lóggevandi og útinnandi vald, tí hesir kunnu misnýta valdið til egnan fyrimun við at laga lógirnar til, tá ið tær verða smíðaðar, og tá ið tær verða útintar. Sostatt stýra teir ikki við felagsáhugamálum fyri eyga. Vandin fyri valdsmisnýtslu er sostatt orsøkin til, at valdið skal býtast sundur.
Í greining Lockes av stjórnarskipanini, leggur hann størstan dent á at viðgera sambandið millum lóggevandi og útinnandi vald. Hóast samveldisvaldið og útinnandi valdið er ymiskt, er samveldisvaldið partur av útinnandi valdinum. Eisini er dømandi valdið partur av útinnandi valdinum.
Vert er at leggja til merkis, hvussu stórt vald lóggevandi valdið skal hava sambært Locke. Hetta vald er hægsti myndugleiki, tí valdið liggur hjá teimum, sum hava skapt felagsskapin (statin). Lóggevandi valdið hevur myndugleika at delegera útinnandi og føderativa valdið til serligan stovn ella sjálvt hava alt valdið. Talan er sostatt ikki um eitt einsíðugt valdsbýti. Valdsbýtið hjá Locke er tvíbýtt: Lóggevandi vald og útinnandi vald (dømandi og samveldisvaldið er partur av útinnandi valdinum).

Prerogativið
Prerogativið er myndugleikin, sambært Locke, at gera tað alment góða uttan at tað er fyriskrivað (§ 166) Tað er ein persónur, sum hevur hetta vald, nevniliga fúrstin. Hansara uppgáva er at stýra í tráð við endamálið við stýrinum (§ 161). Fúrstin umboðar tað útinnandi valdið. Ein spurningur, ið er áhugaverdur í samband við sambandið millum lóggevandi og útinnandi vald, er, hvør skal døma ella taka støðu til, um valdið (prerogativið) verður nýtt á rættan hátt. Henda spurning viðger Locke eisini. Svar hansara til henda spurning er:

Millum eitt útinnandi vald, sum hevur eitt slíkt prerogativ, og eitt lóggevandi vald, ið kemur saman eftir vilja tess, kann ikki vera nakar dómari á jørð, eins og tað ikki kann vera nakar millum lóggevandi valdið og fólkið...Tað hevur tá [tá ið fólkið verður trælbundið] ikki nakran annan útveg enn at rópa til himmals eins og í øðrum førum, tá eingin dómari er á jørð. (§ 168)

Tað er eingin dómari á jørðini, sum kann døma í viðurskiftum millum lóggevandi og útinnandi vald. Einki dømandi vald er, sum kann staðfesta ella døma ella taka støðu til, um prerogativið verður nýtt á rættan hátt ella ikki. Statur Lockes er grundaður á álit, men tá ið stýrið, lóggevandi og útinnandi vald ikki útinna sítt vald við støði í natural law rights, kann fólkið, sum hevur evsta vald, gera uppreistur og seta á stovn nýtt stýri, um neyðugt.

Tað er eingin ivi um, at Locke hevur havt stóra ávirkan á menningina av valdsbýtislæru. Í síni greining av stjórnarskipan hevur hann lagt eitt grundarlag fyri tí valdsbýtislæru, sum oftast verður sipað til, nevniliga tríbýtið av valdinum. Locke argumenterar fyri og viðger týdningin av einum tvíbýti av valdinum: lóggevandi og útinnandi vald. Hóast Locke ikki er upphavsmaður til valdstríbýtislæruna, so er hann kortini undangongumaður, tí hann sannførandi hevur sett fram próvførslur fyri, hvussu týdningarmikið tað er at býta valdið sundur til tess at forða fyri valdsmisnýtslu. John Locke og hansara valdsfatan hevði stóra ávirkan á valdsástøðini hjá franska heimspekinginum Charles de Montesquieu, ið orðaði væl kenda tríbýtið av valdinum, men hann hevur tó ikki uppfunnið læruna um valdsbýtið. Locke vísti á týdningin av at lóggevandi og dømandi vald eigur at vera býtt sundur, t.e. eitt valdstvíbýti. Montesquieu leggur dømandi valdið aftur at valdstvíbýtinum hjá Locke og orðar tríbýttu valdslæruna.

Samanumtøka
Tað, sum eyðkendi ensku stjórnarskipanina í 1600-talinum var stríðið millum kong og parlamentið. Stríðið snúði seg um hvør stjórnarskipan skuldi vera galdandi í Onglandi, einaveldi ella stjórnarbundið kongsveldi. Tann glæsiliga kollveltingin í 1688-1689 hevði við sær, at stjórnarbundið kongsveldi var sett á stovn. Evsta vald lá nú hjá parlamentinum. Hugmyndin handan kollveltingina er at finna í bókini hjá Locke Seinnu Ritgerðini um Borgarliga Stjórn. Umstøðurnar í Onglandi høvdu stóra ávirkan á valdshugsan Lockes. Locke vísir á fýra sløg av valdi, men hansara býti av valdi er tvíbýtt: lóggevandi og útinnandi vald. Hetta býtið er neyðugt til tess at forða fyri valdsmisnýtslu. Locke er undangongumaður fyri tríbýti av valdi, tí at hann vísir á týdningin av at býta sundur valdið fyri at skapa eina valdsjavnvág.