Er tað í lagi, at ein tingmaður sipar til, at ein landsstýrismaður í Føroyum hevur líknandi karakter sum Hitler? Tann spurningin skal formansskapurin hjá løgtinginum viðgera í næstum. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, hevur kært Katrina Dahl Jacobsen í Javnaðarflokkinum fyri formansskapin, tí hon »brúkti meginpartin av síni røðu til útspilling« av sær.
»Hon helt á røðarapallinum eina mynd upp av undirritaða og legði meg undir propaganda og ósannleikar, ið kunnu samanberast við politikarar í Týsklandi undir nazistunum,« skrivar Høgni Hoydal í sínari kæru.
Hann vísir eisini til, at Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum dagin fyri samanbar Tjóðveldisflokkin við terroristabólkar úr ETA og IRA undir viðgerðini av sama máli. Høgni Hoydal fílist á, at hvørki av hesum málum vórðu átalað av formanninum, sum fyrra dagin var Jørgen Niclasen og seinna dagin var Edmund Joensen.
»Hetta er sera vandamikið, tí slíkur atburður eggjar til hatur og spjaðing og vantandi virðing fyri fólkaræðinum í okkara samfelag,« sigur Høgni Hoydal í kæruni og vil hava formansskapin at siga sína hugsan.
Troystar sær ikki
Sosialurin hevur fingið úrskrift av orðunum, sum fullu av munninum hjá Katrin Dahl Jacobsen. Hon tosar um eina lýsing upp undir seinasta fólkatingsval, har Tjóðveldisflokukurin segði, at oljan var funnin. Hon kallar tað heimagjørda propaganda og eina roynd at villeiða fólkið.
»At mála alt ljósareytt, tað varð nógv brúkt amboð undir seinna veraldarbardaga, tá tað galt um at halda massunum uppi, at vera glað, at fyrigykla fólki ein annan veruleika enn tað, sum veruliga fór fram. Eg troysti mær ikki at nevna navnið á tí persóninum, men nakað av hesum snildunum hava okkara konservativu nationalistar eisini brúkt,« segði Katrin Dahl Jacobsen millum annað í røðuni.
Altso greiðar tilvísingar vóru til Hitler og hansara harkalið, sum høvdu ábyrgdina av, at allur heimurin var í loga og jødar í milliónatali vórðu gassaðir.
Millum reglurnar
Edmund Joensen løgtingsformaður hevur fingið útskriftina og hevur lisið hana ígjøgnum. Hann sigur, at tað Katrin Dahl Jacobsen segði er ikki heilt tað sama, sum Høgni Hoydal skrivar í kæruni. Men hann viðgongur, at har er ov nógv undirforstaðið í orðunum hjá javnaðarkvinnuni, og tað dámar honum lítið.
? Yvirhøvur vera tað brúkt ov stór orð undir orðaskiftinum. Tað slepst kanska ikki undan, tá 32 løgtingsmenn og 9 landsstýrismenn kjakast og halda røður í 27 tímar. Onkuntíð verður í so harðliga tikið til, tá fólk hava tosað seg heit, og eingin flokkur er betri enn nakar annar. Men vanliga góðtaki eg ikki so sterk orð, sum Katrin Dahl Jacobsen tók til, sigur Edmund Joensen.
Edmund Joensen verjir seg við, at formenninir skiftu um sama mundið, sum Katrin Dahl Jacobsen tók so harðliga til orðanna, og tí glapp átalan burturímillum. Formansskapurin fer nú at viðgera kæruna frá Høgna Hoydal.