Hjá nøkrum er ein slík hátið ein belasingur tí tá hendur so lítið, hanilslívið koyrir ikki við fullum umdrejningum, og tey verðsligu hølini hava eisini avmarkað sínar tíðir at hava opið. Tað er eins og vit menniskjur hava ein ótta fyri eitt sindur av friði og stillheit.
Eg vil heita á teg, sum kennir, at tú ert stressað ella stressaður av øllum tí, tú skalt náa í hvønndegnum, og sum tú upplivur, at tú ikki røkkur til, ella tú nært ikki álíkavæl.
Tak tær tíð í hesum páskadøgum at verða eitt sindur øðrvísi enn tú plagar. Søk undur Guds orð har tú kennir teg at hoyra til, ella har tú kennir teg vælkomnan. Líð á tað, sum verður lisið úr skriftini, vita um ikki eitt hvørt úr orðinum kann veita tær ein frið ella leiða tey til eftirtanka.
Vita skalt tú, at tann sum er høvuðspersónurin í millum bíbliunar permur er áhugaður í tær, og vil fegin koma í persónligt samband við teg, tí hann elskar teg.
Páskaboðskapurin um Jesu deyða og uppreisn er ein sterk og grípandi hending, sum er fyri meg og fyri teg.
Tað er menniskjunar bjarging úr vónloysi, deyða og synd. Páskaboðskapurin vil rópa til tín, sum kennir vónloysi, og sum stúrir, at hann, sum vann sigur á Golgata, vil taka hond um tað, tú stríðist við. Hann vil ikki vraka og fordøma teg, men hann vil taka um teg, líða á tað tú hevur at siga, grøða tíni sár og gera teg til ein heilan persón.
Um páskirnar koma vit at hoyra tað, sum Matteus sigur frá: "Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu". (Matt. 27,50?51)
Lat okkum dvølja við forhangið. Møguliga hevur tú hoyrt um hettar áður. Tað var fyriskrivað hvussu hettar skuldi síggja út, tað var gjølla fyriskrivað hvat tilfar skuldi nýtast til forhangi.
Tað var somuleiðis gjølla sagt frá, hvat fyri myndir skuldu vevast inn í forhangi. Onki var tilvildarligt. Alt hevði sína søgu.
Í templinum vóru mong ymisk teppir, sum øll høvdu ymsar litir og ymiskar støddir og snið.
Forhangið, vit skulu dvølja við, skuldi gerast úr sama tilfarið sum nýtt var til hurðina til forgarðin í templinum, og sum eisini var nýtt til hurðina inn til tað allarheilagasta. Men tað var ein munur, tí inn í forhangi inn til tað allarheilagasta skuldi myndir av kerúbum vevast í.
Fyrstu ferð vit møta kerúbum er, tá syndin var komin inn í skaparverkið. "Og hann rak Adam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ." (1. Mós. 3,24)
Vit møta aftur kerúbunum, tá vit lesa um blóði við náðistólin, har teir standa við útspentum veingjum móti hvør øðrum. Teir vóru settir til at verja vegin til tað allarheilagasta, alt hetta eru skuggamyndir.
Forhangi var ein skilnaðarveggur. Orsøkin til skilnaðin eru vit menniskju. "Nei, tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Gud tykkara; syndir tykkara hava hult andlit hans fyri tykkum, so at hann ikki hoyrir." (Jes. 59,2)
Syndin skilur menniskja frá Gudi.
Tað var bert ein máti at fáa henda skilnaðarveggin burtur uppá. Tað er, at Gud lat alla okkara skuld koma niður á hann, sum lá á okkum øllum.
Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið, men Harrin læt koma niður á hann tað skuld, sum lá á okkum øllum.
Tá Jesus rópti við harðari rødd og gav upp andan.
"Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu." (Matt. 27,50?51)
Tað var ein stór staðfesting og kunngerðan frá Guds síðu, tá forhangið skrædnaði frá erva og niður í tveir partar. Nú er atgongd fyri øll menniskju, óansæð húðalit ella fortíð og bakgrund. Kristus hin salvaði er Guds seinasta orð til ein doyggjandi heim.
"Eftir at Gud í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin.
Sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini hevur gjørt heimin við." (Heb. 1,1?2)
Nakar annar frelsuvegur kemur ikki at verða farbarur so leingi forhangi varð. Har var tað bert nøkur ávís, sum fingu loyvi at koma inn.
"Men tá ið Kristus var komin sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðu lutum, tá gekk hann inn ígjøgnum hina størru og fullkomnari tjaldbúðina, sum ikki er gjørd við hondum, tað er: sum ikki er av hesum skapningi; og gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð med alla inn í halgidómin og vann æviga loysn". (Heb. 9,11?12)
Tað er bert ein frelsuvegur útstungin í skriftini, og tað er ein blóðbestenkaður vegur. Um vit ætla okkum at náa himmalin, mugu vit um vegin til Golgata. Vit mugu uppliva í trúgv at siga tøkk fyri verkið á Golgata.
"Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd". (1. Jóhs. 1,7)
Ein av hinum elstu tók nú til orða og segði við meg: "Hesi, sum klædd eru í hinar síðu, hvítu kyrtlarnar, hvørji eru tey, og hvaðan eru tey komin? Eg svaraði honum: "Harri mín, tú veist tað;" Tá segði hann við meg: "Hettar eru tey, sum komin eru út úr hini stóru trongd; og tey hava tváað klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins". (Op. 7,13?14)
Undirritaði ynskir tær einar góðar páskir, má páskahátíðin verða til vælsignilsi fyri teg.