Tórbjørn Jacobsen
-------------------
Fyri fjórðingsøld síðani, ella kanska væl tað, varð ein blaðstýrari í Føroyum álopin av herviligum búskaparkrími. Basillan kom úr Chicago. Ein av missionerunum, sum tíðum var frammi í áhaldandi doseringini um, hvussu lond og menniskju kundu gerast fíggjar- og búskaparliga eydnurík, var navnframi amerikumaðurin og nobel vinnarin Milton Friedman. Chile gjørdist hansara laboratorium, men har mátti ein jarnhælur til, fyri at búskaparligu junglulógirnar kundu fáast at virka. Tá var Augusto Pinochet góður í ávikum. Síðani hava Heimsbankin og Valutagrunnurin gróðursett hesa ástøðina kring um heimin, og er hetta ein stórur partur av orsøkini til, at kíkarnir eru skræðnaðir og brostnir í keypsskálunum hetta seinasta árið. Handilin við virðisleysum pappírum, leys av veruligum virðum, beit seg sjálvan í halan.
Andrew Graham, sum er professari í búskapi við lærda háskúlan í Oxford, segði nú ein dagin: »Fíggjarkreppan er í grundini ein skipan, sum er farin á ørmundarhús, eitt korthús rokað við skuld, har ongin samsvarandi virðisskapan var og er. Skipanin kann bara virka, um pappírsvirðini og gearingin vaksa framhaldandi, og hetta ber okkum av sær sjálvum fram ímóti tí næsta vambakastinum – tí næstu stóru kreppuni. Vit elta somu gomlu slóðina, og tað eru ongar ábendingar komnar um, at politiskir og búskaparligir myndugleikar hava gjørt nakra roynd fyri at broyta skipanina og grundleggjandi hugsjónina, sum stjórnar øllum hesum.«
Tað var ein svangur Javnaðarflokkur, sum hevði sitið í andstøðu frá 1996-2004. Skuldi hann hartil fáa leiðsluna í eini samgongu, eftir løgtingsvalið í 2004, so var neyðugt at kíkað øllum rátt, sum sjefideologurin hjá Fólkaflokkinum borðreiddi við undir samráðingunum. Skattalógin er fíggjarliga og sosiala grundlógin hjá einum samfelag. Tað er har tú finnur lyklarnar til býtið av samfelagsins virðum. Íblásturin úr Chicago legði lunnarnar undir skattapolitikkin hjá ABC-samgonguni. Sambært núverandi fíggjarmálaráðharranum, sum var løgmaður, táið hesin fascistoidi politikkurin var knæsettur, hevur skattapolitikkurin hjá ABC-regiminum kostað inntøkusíðuni í landskassahúsarhaldinum 382 milliónir krónur um árið.
Nú er tað soleiðis, at skattalættar skulu fíggjast. Ein minni skattalætti var latin undir fullveldislandsstýrinum, frá 1998-2004, men trupulleiki var ongin av fíggingini, tí tann samgongan akkumuleraði eitt samlað yvirskot á umleið 2,7 milliardir krónur í landshúsarhaldinum, tey árini hon ráddi fyri borgum. Yvirskot í fíggjarætlanum og roknskapum landsins í samfull seks ár. Hartil var megin úr vinstra spektrinum somikið drúgv, at hon ongantíð lat seg taka av fótum, táið neoliberalu lægdirnar av amerikanska meginlandinum so hissini komu brótandi inn í føroyskar stjórnarstovur.
Skattalættin hjá ABC-samgonguni skuldi sjálvandi fíggjast, og eina løtu tóktist tað, sum at trøini kundu vaksa inn í Himmalin, mann helt í hvussu er stand eina løtu, við vaksandi avgjøldum og meirvirðisgjaldi, ið var orsakað av eini ovurnýtslu, sum ongan botn hevði, tí hon var at kalla øll lánsfíggjað í peningastovnunum. Peningur var sprændur inn í frívirðini hjá fólki, sum nú so brádliga vóru konverterað til fíggjarligu kíkatrúnna. Fyrikomandi lærdir stressmappudreingir, í slipsum sum breiðfokkur og flippum sum vindskeiðir, handan bankaskivurnar, vóru dystin lærdir, og megnaðu skjótt at tosa føroyingin frá tí tápuliga, at frægast er at gjalda sær húsini niður yvir eini 10-15 ár. Nú ráddi um at liva ímeðan mann livdi, og skuldi nakað lopið av, so vóru hyllarnar kjokkfullar av partabrøvum í alskins slagi av handlum. Frá bisonoksum á pampa’ini í Argentina til trælahald í indiskum fátækrabýlingum.
Tíðliga á vári 2006 kom tað í, at ABC-samgongan ætlaði at selja Pf. Føroya Banka, ið tær almennu Føroyar so at siga áttu við húð og hár. Sum andstøða valdu vit at fara upp í viðgerðina av málinum frá byrjan. Endin varð, at flokkarnir løgdu fram eitt uppskot til samtyktar, har mælt verður til:
»at skráseta partabrøvini í P/F Føroya Banka á Virðisbrævamarknaði Føroya og selja partabrøvini, soleiðis at ein partur verður seldur bólki/bólkum av fíggjarligum íleggjarum, og restin verður seld privatum og stovnsligum íleggjarum. Søluinntøkan av P/F Føroya Banka skal brúkast til at niðurgjalda landskassaskuld og/ella setast í ein búskapargrunn.«
Málið varð viðgjørt á tingi, og fíggjarnevndin legði í álitinum serliga áherðslu á, at realiseraðu virðini skuldu brúkast til at niðurgjalda landskassaskuld og/ella setast í ein búskapargrunn. Hetta er júst tann parturin, sum vit fingu inn í samtyktarorðingina, og sum var eitt krav, skuldu vit gerast partur av hesi sølu. 2. mai 2006 var uppskotið samtykt. 26 tingmenn atkvøddi fyri uppskotinum meðan ein var ímóti.
Fyri lítlari viku síðani var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á tingi spurdur, hvussu tað hevði vignast við omanfyri umrøddu viðurskiftum. Svarið var greitt. Hann váttaði, sum øll vita, at 2/3 av bankanum vóru seldir, og at Fíggingargrunnurin í 2007 hevði útlutað landskassanum 1,212 milliard krónur. Harafturat upplýsti Jóannes Eidesgaard, at bankin frammanundan søluni varð niðurkapitaliseraður við 535 millónum krónum. Harvið er landskassin fóðraður við 1,747 milliard krónum tilsamans, eftir at partar av almenna bankanum vóru seldir øðrum.
Nú var tað soleiðis, at tingið at kalla var samt um, at virðini, sum fingust burturúr søluni, skuldu nýtast til at gjalda skuld við, alternativt skuldu virðini plaserast í ein búskapargrunn. Jóannes Eidesgaard greiddi miðvikudagin tinginum frá, at góðar 600 milliónir krónur av omanfyri umrøddu 1,747 milliard krónum vóru nýttar til niðurgjalding av skuld. Restin, tvs. ein upphædd, svarandi til 1,1-1,2 milliard krónur, ongantíð var brúkt til upprunaliga endamálið, og sum landsstýrismaðurin segði, var tað ikki møguligt, táið landskassin hevði hall bæði í 2008 og í 2009.
Eitt er tað, at tingsamtyktin er brotin, annað og verri er, at ABC-samgongan hevur fíggjað sín neoliberala skattapolitikk, ið nú er meginorsøkin til skjótt akkumulerandi almenna hallið, við realiseraðu virðunum úr privatiseraðu ognunum í Pf. Føroya Banka. Sigast má, at hetta var ein dýrt keyptur løgmanssessur í 2004. Og táið mann framhaldandi hongur á neoliberala agnhaldinum hjá Fólkaflokkinum, og politikkurin ikki røkkur til annað, enn at selja inventarið úr almenna húsinum, fyri áhaldandi at fíggja ein politikk, ið hevur spælt fallit allar aðrar staðir, hvør er tá næsti bjargingarvesturin, í royndini at elta kellingina í hennara roynd at verma sær føturnar?
Nú ein brotin tingsamtykt sløðist sum pinnabrenni í kapitalistiska bálinum, og virðini í einum banka, sum vanligi skattgjaldarin í Føroyum bjargaði eftir kreppuna í nítiárunum, eru latin út til tey vælbjargaðu í skattalættum, skal ABC-samgongan ikki vænta sær stórvegis av hjálp í eini nýggjari roynd at leska tey, sum standa í tí ovara endanum av sosiala leytaranum. Tað eydnaðist at fíggja skattalættarnar hjá teimum vælbjargaðu við einum banka, fæið frá søluni av Atlantsflogi er farið sama vegin og helst verður Pf. FøroyaTele næsti buffarin í hesum glantrileiki, ið hvussu er, er bara tað corpusið nú nóg rúgvismikið til at fylla á neoliberalu tangarnar hjá teimum, ið hava stjórnað hesi samgonguni frá fyrsta degi í 2004. Tað gjørdist ikki føroyingum ein kostnaðarleys roynd í friedmanskari ástøði og ditto verki, táið Javnaðarflokkurin lat seg tøla av amerikanskum frumskógarpolitikki í fíggjar- og búskaparmálum - eittans fyri valdsins sakir. Einasta alternativið, ið hoyrist úr Tinganesi er, at vit lána pening til at fíggja hallið við, soleingi kredittvirðið røkkur, eitt álit, ið var sementerað aftur undir fullveldislandsstýrinum, so segði maðurin, og hvat so?
Utopia var einaferð hugmyndin hjá onkrum, hjá hesi samgonguni rekur hugmyndin hinvegin fram ímóti lægsta felagsnevnaranum í nýggja heimspekiliga fyribrigdinum Apatia.