Í 1936 var ein blaðungir Hjørleif Enni uppi í Empire State Building. Tá vóru einans fimm ár, síðani bygningurin var reistur. Mundi hann vera fyrsti føroyingurin har uppi?
Eg hitti Birgir Enni umborð á Norðlýsinum. Skaði hevur kavaklætt oyggjarnar, hóast farið er um summarmála. Umborð á Norðlýsinum hevur Birgir sett seg við einum kaffimunni. Seinni í mánaðinum fer hann um pensjónsaldur, og sjálvur sigur hann, at abbabørnini fylla alsamt meiri í dagligdegnum. Kanska er tað hetta, sum ger, at hann nú er farin at hugleiða um gamlar dagar. Hendan morgunin snýr prátið seg fyrst um ommu- og abbabeiggjar undirritaða í Hvalba og á Rananum, áðrenn Hjørleif Enni kemur á banan.
Pápi mín, sigur Birgir Enni, var sum heilt ungur eina ferð í Amerika og vitjaði familju. Mammubeiggi hansara, nevndur Tórður Nattestad, og systir hansara, Ragnhild, fóru til USA um aldarskiftið 1900 og búsettu seg í Boston. Tórður Nattestad var skipari á trolara har yviri, og tað hilnaðist honum heilt væl.
- Pápi mín Hjørleif, sum er føddur grundlógardag í 1916, hevur verið eini átta, tíggju ára gamal, tá mammubeiggin kom at vitja fyrstu ferð úr Amerika. Teir funnu væl út av tí báðir, og pápi mín heilt á at skriva til hansara, sendi honum avísklipp og annað. 19 ára gamal fær hann bræv frá Tórði Nattestad. Mammubeiggin skrivar, at hann er sera fegin um brøvini frá Hjørleifi og vil fegin, at Hjørleif Enni kemur at vitja hann í USA. Í brævinum liggja 200 dollarar, sum skulu nýtast til ferðaútreiðslur.
200 dollarar var ein stór upphædd tá á døgum. Ársinntøkan hjá einum fiskimanni var um 450 krónur, tímalønin var um 90 oyru. Serfrøðingar meta, at 200 dollarar í 1935 eru verdir 3.530 dollarar í dag, ella 23.320 krónur.
- Omma mín sigur beinanvegin, at pápi má skriva og spyrja, um hann ikki kann brúka pengarnar upp á skúlagong, men tað vil pápi ikki, sigur Birgir Enni.
So árið eftir fer Hjørleif Enni til Amerika og ferðast hjá mammubeiggjanum í tríggjar mánaðir. Birgir Enni sigur, at hann hevur kannað ferðaleiðina hjá pápa sínum og í skjølum á alnetinum ber til at síggja, júst hvørjum skipum, hann ferðaðist við. Millum annað sæst, at hann ferðaðist aftur til Evropa við gomlu Quen Mary.
Á ferðini vitjaði Hjørleif Enni eisini í New York og var tá uppi í Empire State Building. Bygningurin, sum var heimsins fyrsti við yvir 100 hæddum, varð reistur í 1931, so spurningurin er, um ikki Hjørleif Enni man hava verið millum fyrstu føroyingar, ið hava klintrað til topps í tí, sum var heimsins hægsti bygningur frá 1933 til 1972.
Hjørleif Enni vitjaði aftur í USA, tað árið hann fylti 60, og knýtti tá eitt tætt samband við restina av familjuni har yviri. Børnunum dámdi væl hendan mannin, sum dugdi so væl at siga frá søgum, og gloymdu hann ongantíð.
- Tá tey gjørdust ung, fóru tey á interrail túr í Evropa og fleiri teirra vitjaðu her í Føroyum. Síðani hava eg og onnur í familjuni fleiri ferðir vitjað trímenningar okkara har yviri, og nú er talan um at børn teirra, altso fjórða ættarlið eftir Tórður Nattestad, skulu koma til Føroya á vitjan. Alt tí at pápi mín sendi mammubeiggja sínum avísklipp við tíðundum úr Føroyum tíðliga í farnu øld, sigur Birgir Enni.