Stóra danska handilsketan T. Hansen Gruppen A/S kemur nú til Føroyar. Tað var danin Bent Jensen, sum stovnaði fyritøkuna fyri 25 árum síðan.
T. Hansen fer at halda til á 1.400 fermetrum í stóra vinnubygninginum á Hjalla, har sum 360 í sínari tíð var. Andreas M. Andreasen, vanliga nevndur AMA, sum hevur yvir 40 ára royndir í bransjuni, verður fyribils settur sum leiðari hjá T. Hansen í Føroyum.
Í Danmark hevur T. Hansen 77 handlar, og høvuðssætið er á 30.000 fermetrum í Middelfart.
Umframt eyklutir til bilar selur T. Hansen amboð, súkklur, skutarar, dekk, felgur, bilstólar og nógv ymiskt annað.
– Vit hava stórar ætlanir í Føroyum og eru spentir upp á handilin á Hjalla, sum letur einaferð í heyst, sigur stjórin og stovnarin av fyritøkuni Bent Jensen við Sosialin í dag.










